59
|
Inklusión
SAMVIRKISNÁM
3.2 • Spjøldur
• Tú skalt brúka klistrimerki ella post it-lepar, ein til hvønn næming.
• Skriva eitt eyðkenni á hvønn lepan.
• Ger eina uppgávu til bólkin, t.d. at tey skulu kjakast um eitt evni, gera okkurt ítøkiligt (plakat
ella tílíkt), rokna eitt stykki ella okkurt annað.
• Set ein post it-lepa á pannuna á hvørjum næmingi. Næmingurin má ikki síggja, hvat stendur
á síni pannu.
Meðan bólkurin ger uppgávuna, skulu tey fara hvør við øðrum í mun til, hvat stendur á post it-
lepunum. Tey mugu ikki brúka orðið á lepunum, men vísa í verki og talu, hvussu næmingurin er.
Í endanum á venjingini skulu næmingarnir royna at gita, hvat stendur á sínum post it-lepa.
Tá ið venjingin er liðug, er tað umráðandi, at allir næmingar siga frá, hvussu teir upplivdu venjingina.
Í smáum bólkum, 3-5 næmingar í hvørjum, kunnu teir skiftast um at spyrja hvønn annan í tveir
minuttir:
• Hvussu hevði tú tað undir venjingini?
• Var tað trupult at fara við hinum í mun til, hvat stóð á pannuni?
• Var tað onkur, ið broytti atburð í mun til, hvat stóð á lepanum?
• Koma vit onkuntíð ótilvitað at “seta spjøldur” á onnur?
Gáa um lepan, tú gevur hvørjum næmingi. Tað er ikki so snilt at lata ein dovnan næming vera
“dovin”. Endamálið er ikki at koma við persónligum áskoðanum um hini í bólkinum, heldur tvørt-
urímóti.
Uppskot at skriva á spjøldur:
Dugnalig/ur, klók/ur, røsk/raskur, dovin, stuttlig/ur, klossut/ur, ábyrgdarleys/ur, hugskotsrík/ur,
áleypandi, súr/ur, lurtandi, atfinningarsom/samur, ráðarík/ur, stýrandi, kenslulig/ur, umsorgar-
full/ur, forvitin, gloymsk/ur, ovursint/ur, bráð/ur, sjálvgóð/ur, stuttlig/ur, stórætlað/ur, smæðin,
opin, afturlatin, errin...
lærari
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016