60
|
Inklusión
SAMVIRKISNÁM
3.3 • Næmingurin hesa vikuna
Venjingin er ógvuliga væl egnað til flokkar, har næmingarnir ikki kenna hvønn annan væl. Men hon
kann eisini brúkast í “gomlum” flokkum. Helst fáa næmingarnir okkurt nýtt at vita um floksfelag-
arnar.
Hvørja viku verður ein næmingur valdur sum “næmingurin hesa vikuna”. Næmingurin skrivar so á
næmingasíðu 3.3 ymiskt um seg. Har verður m.a. spurt um ítriv, áhugamál, familju, mat o.a. Tað
ber væl til at pynta síðuna við myndum, klippum og øðrum.
Skrivaða síðan verður hongd upp í flokkinum, og næmingurin fortelur um seg. Sum vikan gongur,
sigur næmingurin meiri og meiri um seg, og flokkurin kann eisini spyrja.
Fríggjadag skipar lærarin fyri tiltakinum “Ein søga um næmingin hesa vikuna”. Tá skulu næming-
arnir skriva eina søgu ella tekna eina mynd av næminginum og tí, hann hevur greitt frá í vikuni.
Allar søgur skulu vera jaligar.
“Næmingurin hesa vikuna” teknar eitt umslag um søgurnar. Umslagið kann lýsa søgurnar hjá
floksfeløgunum.
lærari
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016