62
|
Inklusión
SAMVIRKISNÁM
3.4 • Navnaspæl
Hvør næmingur skal í tveir minuttir hugsa um eitt orð um seg. Orðið skal byrja við sama stavi sum
navnið. Síðan skiftast næmingarnir í flokkinum at siga navnið og tað, teir hava valt at siga um seg.
• “Eg eiti Jónatan, og mær dámar væl jarðber.”
• “Eg eiti Fríði, og eg spæli fótbólt.”
• “Eg eiti Ívar, og eg eti ofta ís.”
• “Eg eiti Sissal, og eg eri ikki súr sum ein sitrón.”
• “Eg eiti Fía, og mær dámar væl at hyggja at filmi í biografi.”
Á henda hátt lærir nýggi næmingurin nøvnini og fær samstundis okkurt at vita um nýggju floks-
felagarnar. Og hvør veit, kanska fáa teir “gomlu” næmingarnir í flokkinum eisini okkurt nýtt at vita
um onkran?
lærari
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016