67
|
Viðurkenning
SAMVIRKISNÁM
Í eini góðari floksleiðslu er førleiki til sambond og evnini at “síggja” næmingarnar, har teir eru.
Hesin kapittulin greiðir frá, hvussu tú viðurkennir næmingarnar. Viðurkenning er meiri og annað
enn rós, men hvussu kemur tú frá at rósa til at viðurkenna? Í venjingunum síðst í kapitlinum eru
fleiri uppskot um, hvussu tú arbeiðir við at viðurkenna næmingarnar.
Læraraførleiki til sambond
Sumáður nevnt, eru niðurstøðurnar í frágreiðing fráDansk Clearinghouse for Uddannelsesforskning
(Nordenbo 2008), at lærarin skal hava førleika at taka lut í sosialum sambondum, vera ein sjón-
ligur leiðari og hava førleikar at læra frá sær. At taka lut í sosialum sambondum og skapa gott
umhvørvi um læring hevur støði í eini viðurkennandi tilgongd til næmingarnar.
Tað er ógvuliga grundleggjandi at síggja næmingar sínar. At “síggja” skal skiljast sum at síggja
hvønn einstakan í eyguni hvønn dag og tosa og samskifta við øll gjøgnum dagin. At “síggja” er tó
bara fyrsta stig á viðurkenningartrappuni, sum Henning Rye (1997) hevur gjørt:
Síggja
Møta
Skilja
Góðtaka
Viðurkenna
Viðurkenningartrappan
Virða
Elska
Tá ið vit síggja og møta næminginum dagliga, hyggja blíðskortað inn í eyguni á honum og tosa
við hann um gerandisdagin hjá honum, kunnu vit fáa eina fatan av, hvat hevur týdning fyri hann.
Lærarin má eisini “geva eitt sindur frá sær”, so samband er báðar vegir.
Skilja vit, hvat hevur týdning fyri næmingin, kunnu vit betri góðtaka hansara verð, sum hon er.
Samstundis sum lærarin góðtekur næmingarnar, skulu teir eisini góðtaka læraran sum floksleiðara.
Næmingarnir mugu eisini læra at góðtaka hvønn annan, annars verður t.d. bólkaarbeiðið ikki hitt
besta. Men vit mugu stíga á fýra tey fyrstu trappustigini, áðrenn vit koma til at viðurkenna.
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016