68
|
Viðurkenning
SAMVIRKISNÁM
Viðurkenning ella rós?
Ber til at rósa ov nógv? Er rós ein partur av viðurkenning? Av og á kemur bland í hugtøkini rós og
viðurkenning. Rós fært tú fyri okkurt, tú GERT, og viðurkenning fyri okkurt, tú ERT. Viðurkenning
økir um sjálvvirðið, og rós um sjálvsálitið.
Rós er ein partur av tí at viðurkenna, men rós kann ongantíð standa einsamalt. Viðurkenning er
at síggja næmingin sum ein serstakan persón, óansæð um tú ert samd/ur við næmingin. At fáa
viðurkenning frá øðrum hevur avgerandi týdning fyri at menna sjálvvirðið.
Tá ið lærari viðurkennir ein næming, setir lærarin seg í støðuna hjá honum og vil veruliga vita, hvat
næmingurin heldur og hugsar. Heldur lærarin, at normurin hjá næminginum og tað, hann hevur
heimanífrá, hevur minni at týða, enn tað, ið lærast skal í skúlanum, so verður trupult at viðurkenna
næmingin. Lærarin má taka næmingarnar í álvara. (Moltke og Molly 2010).
Arne Tveit (2010) nevnir hesar meginreglur fyri munadygt rós:
1. Rós skal vera miðvíst og skipað.
2. Rós skal vera heilhugað og ærligt.
3. Rós leggur ikki bara dent á avrik, men eisini á tilgongd og luttøku.
4. Tú mást ikki rósa og samstundis finnast at.
5. Tú skalt rósa alt fyri eitt.
Ein liður í at rósa og viðurkenna er at arbeiða tilvitað við venjingum, so næmingarnir læra at rósa
hvørjum øðrum. Venjingarnar 4.1-4.3 leggja dent á rós og viðurkenning næminganna millum.
At næmingar rósa hvørjum øðrum útilokar ikki viðurkenning frá læraranum. Lærarin má geva næm-
ingunum viðurkenning! Sum greitt frá frammanfyri, skal rós vera miðvíst og fyri okkurt ítøkiligt.
So tú kanst ikki gera ov nógv av at rósa og viðurkenna. Men verður róst uttan veruligt innihald og
ikki heilhjartað, verður róst ov nógv.
Tey, ið fáa minst rós og viðurkenning, treingja mest til tað
Tað er trupult at rósa summum næmingum, antin tí teir hava eina víðfevnda neiliga atferð, ella tí
lærarin hevur ilt við at síggja nakað rósvert í teimum. Munnu vit ikki øll kenna børn, ið eru von at
verða róst til skýggja fyri vakrar tekningar, men uttan at mamma ella pápi (ella lærarin!) í veru-
leikanum hava skeitt at tekningunum? Hesir næmingar tráa mangan eftir rósi, og tað kann verða
trupult at rósa, tá ið rós jú skal vera heilhjartað. Øll børn hava sjálvandi brúk fyri at verða sædd
og hoyrd. Ein møguleiki er, at læraratoymið ger eina ætlan fyri, hvussu næmingurin skal verða
róstur (Tveit 2010), so hann ikki smokkar burturímillum. Men hvørja atferð skulu vit serstakliga
viðurkenna, og nær og hvussu vil lærarin rósa ítøkiliga? Á venjingarsíðu 4.4 er ein talva, ið lærarin
kann brúka, so hann er vísur í, at hvør næmingur verður sæddur og fær viðurkenning.
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016