Samvirkisnám og floksleiðsla - page 69

69
|
Viðurkenning
SAMVIRKISNÁM
Lærarin velur sær fyrst fimm næmingar, sum hann í eina tíð gevur størri gætur. Síðan velur hann
fimm aðrar. Á henda hátt kemur lærarin runt til allar og minnist allar. Stillføru næmingarnir, sum
ikki gera nógvan háva av sær, hava jú eisini uppiborið at verða sæddir.
Tað kann vera trupult hjá summum børnum (og vaksnum) at fáa rós. Í venjing 6.4 læra næming-
arnir at rósa og fáa rós.
Gáa mest um atferð, ið tú vilt síggja oftari
Sambært Bergkastet (2010) vísa kanningar, at vit gáa uml. fimtan ferðir so nógv um neiliga atferð
sum um jaliga. Men gera vit viðmerkingar til neiliga atferð, hevur tað onga ávirkan á tilelvingina.
Sjálvandi skal lærarin beina ein næming á veg, men tað er gagnligari at fyribyrgja eini skeivari
kós.
Atferðin, ið tú vísir ans, er somuleiðis tann atferð, ið næmingurin endurtekur. Gáa vit fimtan ferðir
so nógv um neiliga atferð sum jaliga, so er tað neiliga atferðin, ið aftur verður endurtikin!
Nú kanst tú hugsa teg um, hvørja ferð tú sært ein óhóskandi atburð í flokshølinum, og um tú skalt
viðmerkja atburðin. Ella um tað er ein betri mannagongd at rósa og “síggja” bara jaliga atferð? Tú
kanst jú royna venjingarsíðu 4.5 í einum tíma og hyggja eftir, hvussu ofta tú viðmerkir lutfalsliga
jaliga og neiliga atferð.
Rós og samvirkisnám
Nógvir lærarar eru heldur ovfarnir av, at samvirkisnám-venjingar, serstakliga tær hjá Spencer
Kagan, hava rós uppií. Tað kann tykjast ógvuliga amerikanskt og lítið hóskandi til okkara fólka-
skúla. Við tí omanfyrinevnda í huga er rætt at rósa, men vit skulu finna eina hóskandi legu til
skúlan. Tað er spell at kveistra til viks góðu hugskotini í undirvísingini við samvirkisnámi, bara tí
vit ikki vilja rósa og halda tað vera so tilgjørt.
Fara vit at rósa meiri tilvitað, broytist samveran við næmingarnar. Royn tað bara! Eg haldi, at
flestu okkara eru rættiliga fegin um at hoyra, hvat vit gera væl. Sjálvandi er tað eisini galdandi
fyri næmingarnar.
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,59,60,61,62,63,64,65,66,67,68 70,71,72,73,74,75,76,77,78,79,...164
Powered by FlippingBook