70
|
Viðurkenning
SAMVIRKISNÁM
Venjingar til 4. kapittul
4.1 • Tú dugir væl – lærarasíða og næmingasíða
Í hesi venjingini skulu næmingarnir á ein jaligan hátt geva hvørjum øðrum gætur við at rósa og
viðurkenna.
Á lærarasíðuni verður kunnað um venjingina. Næmingasíðan verður prentað til hvønn næming
sær.
4.2 • Gev ein lepa – lærarasíða
Eisini í hesi venjing skulu næmingarnir á ein jaligan hátt geva hvørjum øðrum gætur við at rósa og
viðurkenna. Her síggja øll, hvat næmingarnir skriva um hvønn annan.
4.3 • Hvat dugi eg? – lærarasíða
Venjingin elur upp felagsskap, og næmingarnir koma at síggja førleikar, sum teir kanska ikki vistu
seg hava. Venjingin egnar seg best til teir elstu næmingarnar.
4.4 • Síggj næmingin – lærarasíða
Læraratoymið kann brúka talvuna á síðuni at tryggja sær, at allir næmingar verða sæddir og fáa
viðurkenning. Talvan er serstakliga væl egnað, um tað eru næmingar, ið tú beinleiðis hevur ilt við
at geva viðurkenning.
4.5 • Jalig og neilig atferð – lærarasíða
Her er eitt yvirlit yvir, hvussu ofta tú viðmerkir jaliga og neiliga atferð í einum tíma. Krossa av í
talvuni, antin við “Jalig atferð” ella “Neilig atferð”. Tú kanst skriva sjálv/ur, ella tú fært ein sam-
starvsfelaga at koma inn í tíman at skriva fyri teg.
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016