Samvirkisnám og floksleiðsla - page 71

71
|
Viðurkenning
SAMVIRKISNÁM
4.1 • Tú dugir væl
• Allir næmingar skriva navnið niðast á næmingasíðu 4.1.
• Næmingasíðurnar fara runt í flokkinum, og allir næmingar skriva okkurt, sum skúlafelagin
dugir væl. Eisini okkurt, teir meta høgt hjá honum. Tú kanst gera aðrar yvirskriftir.
• Tá ið ein næmingur hevur skrivað, faldar hann síðuna, so næsti næmingur ikki sær tað, ið er
skrivað frammanundan.
• Næmingasíðurnar fara runt til allar næmingar.
• Tá ið venjingin er liðug, hava øll skrivað um allar næmingar í flokkinum.
• Tað, sum er skrivað, kann vera ein góð gáva til næmingarnar, tá ið teir fara úr skúlanum.
Broyting:
Venjingin kann eisini vera sum ein “heitur stólur”. Ein næmingur setir seg í heita stólin mitt á gólv-
inum, og allir floksfelagarnir skiftast um at siga okkurt gott um næmingin í stólinum.
Lærarin skrivar alt, ið sagt verður, og gevur næminginum tað, so hann fær hvørt orð heim við.
lærari
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,61,62,63,64,65,66,67,68,69,70 72,73,74,75,76,77,78,79,80,81,...164
Powered by FlippingBook