74
|
Viðurkenning
SAMVIRKISNÁM
4.2 • Gev ein lepa
1. Næmingarnir fáa hvør sín blokk við post it-lepum.
2. Tey ganga runt í flokkinum.
3. Tá ið tey hitta ein floksfelaga, skulu tey seta ein gulan lepa á bakið á honum. Á lepanum
stendur okkurt, ið:
• tey meta høgt hjá næminginum
• næmingurin dugir væl
• tey fegin vilja siga um næmingin.
4. Øll skulu seta ein lepa á bakið á øllum.
5. Tað kann vera eitt gott hugskot at fyrireika næmingarnar til venjingina. T.d. geva teimum 10
minuttir at hugsa seg um, áðrenn venjingin fer í gongd.
6. Tað kann eisini vera hent at koma við nøkrum dømum um, hvat tey kunnu skriva á lepan.
Broyting:
Í staðin fyri post it-lepar, ið kunnu detta av undir venjingini, kanst tú brúka eitt A3-pappír við holi
í miðjuni. Næmingurin stingur høvdið ígjøgnum holið og hevur nú ein “kraga” til næmingarnar at
skriva á.
lærari
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016