Samvirkisnám og floksleiðsla - page 75

75
|
Viðurkenning
SAMVIRKISNÁM
4.3 • Hvat dugi eg?
4. Allir næmingar fáa stundir at hugsa um eina hending, sum hepnaðist hjá teimum. Tað kann
eisini vera ein stuttlig hending. Tað skal vera hent í frítíðini ella í skúlatíðini.
5. Sum dømi: Tey gjørdu eina góða uppgávu. Tey hava fingið arbeiði í frítíðini, ella kanska upp-
livdu tey okkurt ógvuliga gott saman við familjuni.
6. Tey kunnu møguliga skriva stikkorð um hendingina.
7. Næmingarnir arbeiða saman í toymum, 3-5 í hvørjum. Tey skiftast um at siga søguna fyri
hvørjum øðrum í toyminum.
8. Meðan næmingurin sigur frá, skulu hini lurta væl og finna førleikar hjá honum, ið sigur frá.
9. Førleikar, sum tey hoyra um í søguni, skulu tey skriva niður á smáar lepar.
10. Leparnir verða lagdir í ein brævbjálva. Tá ið venjingin er liðug, fáa allir næmingar hvør sín
brævbjálva við førleikunum, ið næmingarnir skrivaðu út frá søguni.
Hvør næmingur fær soleiðis størri innlit í, hvat hann dugir, og hann fegnast óivað um tað. Orðini
kunnu eisini verða brúkt ítøkiliga í eini umsókn ella í eini persónligari frágreiðing.
1
2
3
4
5
6
7.
lærari
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,65,66,67,68,69,70,71,72,73,74 76,77,78,79,80,81,82,83,84,85,...164
Powered by FlippingBook