79
|
Samskifti
SAMVIRKISNÁM
Vit brúka nógva tíð at fáa børn at sita still. Høvdu vit heldur í fakligum høpi brúkt viðføddu trongdina
hjá næmingunum at tosa, hevði tað ikki verið neyðugt at brúkt so nógva tíð at biðja næmingarnar
vera friðarligar. Í hesum kapitli eru nógvar venjingar við veruligum samskifti. Veruligt samskifti
hevur bæði ein avsendara og ein móttakara, og báðir partar mugu taka atlit til tað, ið sagt verður.
Tað eru ikki bara børn, ið hava ilt við at lurta. Sama er galdandi fyri vaksin. Soleiðis kunnu nógvar
av venjingunum eisini verða brúktar, t.d. á starvsfólkafundi ella toymisfundi.
Samskifti – er tað bara innantómt tos?
Orðið samskifti merkir: “Tað at vera saman um eitthvørt”. Samskifti er grundleggjandi fyritreyt
fyri felagsskapinum. Tað er trupult at ímynda sær ein felagsskap við ongum samskifti millum
limirnar. Tað er eisini trupult at ímynda sær menniskju sum eina veru við ongum samskifti, tí frá
pinkubarni er samskifti eitt av týdningarmestu amboðunum fyri at yvirliva.
Tá ið børn koma í skúla fyrsta dagin, eru flestu teirra ógvuliga mælsk. Tey vilja fegin siga frá øllum
rundan um seg og frá upplivingum. Flestu teirra fáa rættiliga nógv við.
Lærarin roynir at læra børnini, at bara í ávísum høpi er tað í lagi at tosa. Ein tann týdningarmesta
læran fyrstu skúlaárini er at læra seg at tiga! Lærarar brúka nógva orku at fáa frið í flokkinum og
at læra børnini at bíða eftir tørni og lurta eftir tí, ið sagt verður.
Brúktu vit heldur viðfødda hugin hjá næmingunum at tosa og fingu tey at kjakast um viðkomandi
evni í undirvísingini, kundi orkan so farið til okkurt fakligt og viðkomandi virksemi?
Eg havi mangan biðið næmingar tiga, tí teir sótu og tosaðu, so tað hoyrdist ikki, hvat eg greiddi
flokkinum frá. Summir teirra svaraðu, at tey sótu og tosaðu um lærugreinina. “Júmen, vit tosa
um uppgávuna”. Latið okkum so ímynda okkum, at næmingarnir veruliga “tosaðu um uppgávuna”
og høvdu skilt hana og bara vildu sleppa í gongd. Kanska tey eisini fakliga kundu bjóðað hvørjum
øðrum av, men vórðu forðaðir í læringini og máttu bíða, til restin av flokkinum hevði skilt upp-
gávuna og kundi fara í gongd?
Tað er jú jaligt, at næmingar kjakast um tað fakliga í undirvísingini og hava hug at fara í gongd.
Men samskiftið hevur ikki bara týdning fyri samveru okkara. Tað finst eingin lærugrein, sum ikki
eisini hevur eitt endamál fyri samskifti í endamálsorðingini. Tí skulu vit eisini arbeiða tilvitað við
hesum partinum av undirvísingini. Minnist til, at í veruligum samskifti er tað ein, ið tosar, og ein,
ið lurtar og svarar.
Vit hava øll upplivað, onkuntíð tá ið vit tosa við onkran, at hesin í veruleikanum bara bíðar eftir at
sleppa framat at siga sína søgu. Og munnu vit ikki onkuntíð sjálvi hava lagt upp í prát hjá øðrum
fyri at siga okkara søgu?
Í venjing 5.1 og 5.2 skulu næmingarnir læra seg at lurta, áðrenn teir sjálvir sleppa at tosa.
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016