Samvirkisnám og floksleiðsla - page 80

80
|
Samskifti
SAMVIRKISNÁM
Hvør lurtar eftir hvørjum?
Lurta næmingarnir altíð eftir tí, tú sigur? Lurta næmingarnir altíð eftir floksfeløgunum? Tað er
frálíkt, um so er! Spyrja vit lærarar, so svara teir í báðum førum: “Ikki altíð”. Ein av orsøkunum, at
næmingar ikki altíð lurta, kann vera, at teir ikki eru greiðir yvir, hvat er “at lurta”. Hesin spurningur
verður umrøddur í 6. kapitli um sosialar førleikar hjá næmingunum. Ein onnur orsøk kann vera, at
næmingarnir als ikki vita, hvussu teir skulu brúka tað, teir hoyra.
Í venjingunum 5.3. og 5.4 venja næmingarnir førleikan at lurta.
Tá ið næmingar leggja fram, er tað ofta ein avbjóðing at fáa øll hini við. Í venjing 5.4 eru nøkur
kort, ið kunnu fáa næmingarnar at lurta miðvíst eftir eini framløgu.
Hvørjum læra vit av?
Einvegis samskifti er ikki nøktandi undirvísingarháttur. Hvussu fegin vit so enn vilja trúgva tí, so
skulu vit ikki taka sum givið, at tað, vit siga við næmingarnar, er tað sama sum, at teir læra tað.
Í hesum myndli sæst eitt boð uppá, nær læring fer fram (Bochmann og Kirchmann 2006):
Tú lærir...
5% av tí, tú hoyrir
10% av tí, tú lesur ella sært
20% av tí, tú hoyrir og sært
30% av tí, tú sært víst fram
50% av tí, tú tosar við onnur um
75% av tí, tú sjálv/ur arbeiðir við
90% av tí, tú greiðir øðrum frá ella lærir tey
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,70,71,72,73,74,75,76,77,78,79 81,82,83,84,85,86,87,88,89,90,...164
Powered by FlippingBook