81
|
Samskifti
SAMVIRKISNÁM
Sum myndilin frammanfyri vísir, skulu næmingar samskifta fyri at læra meiri. Tú kanst eisini við
eini skipaðari tankagongd siga, at hvørt menniskja er miðdepil í sínum egna hugaheimi (Hornstrup
2008). Tað vil siga, at móttakarin ger av, hvørji boð hann fær í samskiftinum! Tað kann væl vera,
at lærarin sigur tað sama við allar næmingar. Men tað er eisini so, at tað eru líka so nógvar fatanir
av tí, lærarin sigur, sum tað eru næmingar. Skúlin og flokkurin er sum ein skipan, har limirnir fáa
eina heild burturúr við hjálp av samskiftinum. Lærarin má gera karmarnar so, at næmingarnir
sleppa at royna seg og fáa skil á tí, ið sagt verður.
Samskifti í undirvísingina
Afturboðan (feedback) er ein av mest týðandi táttunum fyri læring og avrik hjá næmingunum
(Dysthe 2009). Afturboðanin til næmingarnar er ofta ein eftirmeting hjá lærara av uppgávum.
Tað er umráðandi, at næmingarnir fáa eina týðiliga afturboðan um endamálið við uppgávuni, hvar
teir eru staddir beint nú, og hvussu teir kunnu koma víðari. Hetta síðsta partsmálið eru næming-
arnir mest ónøgdir við, og her er eisini truplast hjá læraranum at geva eina ítøkiliga afturboðan.
Lærarar brúka rættiliga nógva tíð til afturboðan og viðmerkingar, og henda afturboðan eigur at
vera ein fyrimynd hjá næmingunum, tá ið teir skulu geva floksfeløgunum afturboðan.
Venja næmingarnir seg at eftirmeta hvønn annan, verða teir læringartilfeingi hjá hvørjum øðrum.
Tey læra málbúna at eftirmeta við og koma tí at geva sær nógv meiri far um avrik síni.
Eftirmetingin er ein týðandi partur í arbeiðinum við samvirkisnámi. Næmingarnir skulu venja seg
at meta um egin avrik, og hvat teir fáa burtur úr undirvísingini. Eftirmeta tey hvørt annað við uttan-
veltaðum krøvum, fáa tey so við og við ein málbúna, sum fær tey at gerast vandnari í metingunum
av egnum teksti. Soleiðis kunnu tey mennast.
Samskifti og samvirkisnám
Jaliga tilknýtið millum næmingarnar í samvirkisnámi kemur m.a. til sjóndar, tá ið næmingarnir
hava eitt felags endamál at arbeiða fram ímóti. Tað ber ikki til at náa málinum, um ikki allir
næmingar eru virknir og taka lut. Í venjingunum eru tey knýtt hvør at øðrum og mugu lurta eftir
floksfeløgunum fyri at kunna hjálpa við at koma víðari við uppgávuni.
Uttan samskifti er ómøguligt at taka lut. Hyggja vit at frymlinum um læring frammanfyri, sæst, at
tú lærir uml. 50 prosent av tí, tú tosar við onnur um. Í samvirkisnámi er nógv samskifti um faklig
evni, og tá læra næmingarnir munandi meiri av prátinum sínámillum, um hvat teir hava lært ella
varnast, enn tá ið lærarin greiðir frá óteljandi ferðir.
Venda vit aftur til næmingarnar, ið søgdu seg tosa um uppgávuna, teir skuldu gera, so er altso
eingin orsøk at lata teir bíða eftir restini av flokkinum. Lat tey bara fara í gongd. Í venjing 5.5 fáa
næmingarnir fyrimun av, at teir ikki skulu brúka líka langa tíð um somu uppgávu.
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016