82
|
Samskifti
SAMVIRKISNÁM
Leggur tú dent á samskiftið í undirvísingini, kann tað eisini økja tilelvingina hjá næmingunum.
Nógv teir flestu næmingarnir uppliva, at tá ið teir gerast partur av undirvísingini, verður tað eisini
stuttligari at ganga í skúla (hóast ikki allir næmingar vilja viðganga tað!).
Samskifti, samvirkisnám og floksleiðsla
Sum áður nevnt kann floksleiðsla verða lýst, sum Elsebeth Jensen og Ole Løw siga: “Evnini hjá
lærara at skapa eina jaliga, samstarvshugaða og inkluderandi (íroknandi) floksmentan, eggja til
luttøku og at fáa arbeiðsfrið” (Jensen og Løw 2009).
Floksleiðsla er altso m.a. at skapa eina samstarvshugaða mentan, har lærarin eggjar næming-
unum at taka lut. Í samstarvi er sjálvandi samskifti. Letur lærarin munnin aftur og lovar næming-
unum framat, so hendir nakað við luttøkuni hjá næmingunum. Nú er rúm fyri, at næmingarnir
kunnu fáa størri ognarlut í læringini og taka lut í einum rættiligum samstarvi, tí móttakarin í
samskiftinum má veruliga fyrihalda seg til tað, ið sagt verður.
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016