Samvirkisnám og floksleiðsla - page 83

83
|
Samskifti
SAMVIRKISNÁM
Venjingar til 5. kapittul
5.1 • At tosa saman við navnalepum – lærarasíða og næmingasíða
Í venjingini mást tú lurta, áðrenn tú sleppur at tosa. Allir næmingar sleppa upp í part, eisini teir, ið
vanliga ikki siga so nógv. Næmingar, ið vanliga hava ilt við at bíða eftir øðrum, verða noyddir at
steðga eitt sindur á í hesi venjing.
Lærarasíðan lýsir venjingina neyvari. Næmingasíðan verður prentað, og nøvnini á næmingunum
verður skrivað á. Leparnir við nøvnum ímynda talutíð í einum kjaki ella viðgerð av onkrum evni.
5.2 • At tosa saman við orðalepum – lærarasíða og næmingasíða
Eisini henda venjingin er at lurta, áðrenn tú sleppur at tosa. Venjingin er framhald av venjing 5.1.
Nú skulu næmingarnir leggja eitt kort á borðið, um okkurt er, ið teir vilja hava lýst gjøllari. Ella at
tikið verður samanum, ella tey eru ósamd í tí, ið sagt verður. Her er umráðandi at gáa fult og heilt
um tað, ið hini siga.
Lærarasíðan lýsir venjingina neyvari, meðan kortini á næmingasíðuni eru fyri at bøta um sam-
røðuna. Vel eitt kort ella fleiri, so næmingarnir kunnu venja førleikar sínar í samskifti. Jú meiri tey
venja, jú fleiri kort kunnu tey hava um hendi.
5.3 • Skipað lurtivenjing – lærarasíða og næmingasíða
Henda venjingin er fyrst og fremst til tín sum lærara: Vit lærarar tosa nógv – og viðhvørt alt ov
nógv! Her skalt tú halda teg innan fyri ásetta talutíð. Venjingin vísir eisini, hvat næmingarnir veru-
liga hoyra, tá ið tú tosar. Tað er ikki altíð, tey hoyra tað, ið tú heldur tey hoyra.
Lærarasíðan lýsir venjingina neyvari. Næmingasíðan kann verða prentað til allar næmingar, so teir
kunnu skriva viðmerkingar á síðuna, meðan lærarin leggur fram.
5.4 • At lurta við einum endamáli – lærarasíða og næmingasíða
Henda venjingin fær næmingarnar at verða virknar í framløgum í flokkinum. Tá ið ein bólkur av
næmingum leggur fram, fáa øll hini eitt ella fleiri kort av næmingasíðu 5.4. Á kortinum stendur,
hvat tey serstakliga skulu geva sær far um í framløguni. Tað ber til at lata uppgávurnar ganga
eftir tørni, so ikki øll hava eitt kort hvørja ferð, men tað er eitt gott hugskot at lata allar næmingar
hava hvør sítt kort. Nú eru t.d. fýra í flokkinum, ið skulu spyrja bólkin, ið leggur fram, ein spurning
í part. Fýra onnur skulu geva eini góð ráð o.s.fr. Á henda hátt kunnu spurningarnir stuðla hvør
øðrum. Tað ber sjálvandi til at gera aðrar uppgávur á tómu kortini á síðuni.
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,73,74,75,76,77,78,79,80,81,82 84,85,86,87,88,89,90,91,92,93,...164
Powered by FlippingBook