Samvirkisnám og floksleiðsla - page 85

85
|
Samskifti
SAMVIRKISNÁM
5.1 • At tosa saman við navnalepum
1. Næmingarnir velja hvør sín lut sum “samrøðu-lut” í venjingini (ella teir fáa ein lepa við navni
sínum á, sum á næmingasíðu 5.1 niðanfyri).
2. Lærarin sigur eitt evni, sum næmingarnir skulu práta um.
3. Næmingur 1 (ella næmingurin, ið vil byrja) leggur sín samrøðulut (lepa) mitt á borðið og sigur
sína hugsan um evnið. Luturin ella lepin ímyndar, at hesin næmingur og bara hann hevur
orðið. Næmingurin letur lutin (lepan) verða liggjandi á borðinum, tá ið hann hevur sagt sína
hugsan um evnið.
4. Næsti næmingur leggur sín lut mitt á borðið. MINNIST TIL, at áðrenn hann sigur sína hugsan,
skal hann stutt endurtaka tað, ið næmingurin frammanundan segði.
5. Hereftir sleppa hinir næmingarnir framat. Ikki fyrr enn allir hava sagt sína hugsan, kunnu
næmingarnir taka lutirnar av borðinum, og so kann eitt nýtt umfar byrja.
Uppskot um evni:
• Tosið um eitt evni, ið næmingarnir eru upptiknir av
• Ein lisnan tekst
• Ein film, ið øll hava sæð
• Hvat dámar tær allarbest at gera, tá ið tú hevur frí ella frídagar?
• Dagsins evni
Broyting:
Næmingarnir kunnu fáa fleiri lepar. So kann hvør næmingur taka orðið so ofta, sum hann hevur
lepar til. Tá nýtist næminginum ikki at bíða, til øll hava sagt sína hugsan. Afturfyri kann næmingurin
ikki taka lut í kjakinum, tá ið hann hevur brúkt allar sínar lepar. Á henda hátt læra næmingarnir at
fara væl um sínar viðmerkingar!
lærari
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,75,76,77,78,79,80,81,82,83,84 86,87,88,89,90,91,92,93,94,95,...164
Powered by FlippingBook