87
|
Samskifti
SAMVIRKISNÁM
5.2 • At tosa saman við orðalepum
Nú ræður um at geva sær far um, hvat hini siga. Í staðin fyri at bróta av og taka orðið, vísir næm-
ingurin við einum ávísum korti, at tað er okkurt, ið hann vil siga. Men hann sigur einki, tí kortið
“tosar”! Samrøðan byrjar við, at ein næmingur sigur sína hugsan um evnið (fleiri evni eru nevnd
niðanfyri). Næmingakortini eru tøk, so limirnir í bólkinum kunnu taka kort úr og leggja mitt á
borðið fyri at fáa ferð á samrøðuna og broyta hana. Er næmingur ikki samdur í tí, ið sagt verður,
ella hevur okkurt at viðmerkja, leggur hann viðkomandi kort á borðið. Tann, ið tosar, skal gera,
sum stendur á kortinum, t.d. lýsa evnið gjøllari. Tað ber eisini til við einum korti at vísa á, at tú ert
samd/ur. Hvør næmingur kann hava fleiri kort um hendi.
Eg eri samd/ur!
Legg kortið á borðið, um tú ert samd/ur í tí, ið sagt verður.
Sum hatta er væl sagt!
Legg kortið á borðið, um tú vilt rósa onkrum ávísum, ið floksfelagin sigur.
Kanst tú greiða betur frá?
Legg kortið á borðið, um tú ikki ert heilt vís/ur í, at tú hevur skilt tað, ið sagt verður.
Eg eri púra ósamd/ur!
Kortið verður brúkt at vísa á, at tú ikki ert samd/ur, men uttan at tú leggur upp í prátið hjá tí, ið tosar.
Kanst tú taka samanum?
Kortið verður brúkt, um tørvur er á at savna træðrirnar í kjakinum.
Tóm kort
Finnið sjálvi upp á tekst til fleiri kort!
Uppskot um evni:
• Tosið um eitt evni, ið næmingarnir eru upptiknir av
• Ein lisnan tekst
• Ein film, ið øll hava sæð
• Hvat dámar tær allarbest at gera, tá ið tú hevur frí ella frídagar?
• Dagsins evni
lærari
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016