89
|
Samskifti
SAMVIRKISNÁM
5.3 • Skipað lurtivenjing
Henda venjing leggur dent á, hví næmingarnir skulu lurta eftir tær. Lærarar tosa ov nógv, og
mangan vita næmingarnir ikki, hví teir skulu lurta, ella hvat teir skulu brúka tað til, ið teir hoyra.
Fyrireika eitt evni, sum tú plagar. Kanska tú byrjar við einari stuttari kunning um evnið, og tá er
tað tú, ið helst tosar mest.
Sig næmingunum, hvussu langa tíð teir uml. skulu lurta eftir tær, og hvat teir serstakliga skulu
geva sær far um.
Næmingarnir skulu hava hvør sína næmingasíðu 5.3, so teir kunnu skriva mest týðandi stikkorð
ella tekna tey. Byrja so at tosa og minst til at steðga sum avtalað, t.d. tá ið tú hevur tosað í 15
minuttir.
Meðan tú tosar, gera næmingarnir lurtiuppgávu 5.3, sum teir aftaná skulu tosa við ein makkara um.
Eftir venjingina kunnu næmingarnir gera spurnakort, sum teir kunnu arbeiða víðari við í toyminum.
Tey kunnu eisini fáa ein tekst útflýggjaðan við somu upplýsingum, sum tú júst hevur greitt frá, ella
tit tosa í felag um tað, tey hava hoyrt.
Ið hvussu so er fara næmingarnir helst at lurta hugsavnaðir. Tí nú vita tey veruliga, hví tey skulu
lurta eftir tær.
Lurtiuppgávan á komandi síðu kann verða broytt, so hon hóskar til tað, tú greiðir frá, og tað, ið
næmingar skulu geva sær far um.
Uppskot um evni:
• Lesa upp fyrstu partar í eini skaldsøgu
• Inngangur til eitt nýtt fakligt evni
• Taka samanum eitt gjøgnumgingið evni
• Hava mállæru
lærari
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016