91
|
Samskifti
SAMVIRKISNÁM
5.4 • At lurta við einum endamáli
Meðan ein bólkur leggur fram eina verkætlan, fáa hinir næmingarnir eitt kort, sum sigur, hvønn
leiklut teir hava undir framløguni.
Eg havi lært, at:
Næmingurin skal geva sær far um okkurt nýtt og ókent í framløguni.
Tvey góð øki í framløguni:
Næmingurin skal gáa um tvey øki, sum bólkurin dugdi væl í
framløguni. Lærarin hevur frammanundan tosað við næmingarnar um, hvat ein góð framløga
er, t.d. at tann, ið leggur fram, hyggur upp á áskoðararnar, tosar hart og týðiliga o.a.
Eg vil fegin spyrja um:
Næmingurin spyr bólkin ein ella fleiri spurningar eftir framløguna.
Okkurt, sum hann vil hava lýst gjøllari.
Eini góð ráð:
Eftir framløguna gevur næmingurin bólkinum eini góð ráð. Samanber við krøvini
hjá læraranum til eina góða framløgu.
Broyting:
Næmingarnir kunnu býta um kort eftir eina framløgu. Kortini kunnu verða løgd í ein bunka, og so
taka næmingarnir hvør sítt kort fyri at fáa nýggjan leiklut.
lærari
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016