93
|
Samskifti
SAMVIRKISNÁM
93
|
Samskifti
5.5 • Tvílæring
Uppgávurnar kunnu væl vera úr lærubókum.
1. Øll byrja í senn við somu uppgávu og arbeiða hvør sær.
2. Tá ið ein næmingur hevur gjørt 1. uppgávu, reisir hann seg og rættir ein fingur upp. Tað er
umráðandi, at næmingarnir kunnu greiða frá tí, teir hava gjørt. Somuleiðis at tey hava hugsað
gjølla um, hvussu uppgávan skal verða gjørd, so tey kunnu skifta orð um tað við ein floks-
felaga.
3. Tveir næmingar, sum eru lidnir við fyrstu uppgávu, finna saman og fara ígjøgnum uppgávuna
saman. Tað er ikki nóg mikið at staðfesta, at úrslitið er tað sama. Tey skulu eisini greiða hvør
øðrum frá, hvussu tey eru komin fram til tað.
4. Tá ið næmingarnir eru vorðnir samdir, seta teir seg aftur og gera næstu uppgávu hvør sær.
5. Tá ið næsta uppgáva er gjørd, verður sama framferð endurtikin. Men nú skal næmingurin
rætta tveir fingrar upp sum tekin um, at hann hevur gjørt aðru uppgávu. Næmingurin má ikki
arbeiða við sama makkara aftur.
6. Tá ið næmingarnir hava gjørt tvær uppgávur saman við øðrum, kunnu teir gera komandi upp-
gávur einsamallir.
7. Lat næmingarnar fáa stundir at eftirmeta bæði arbeiðið og avrikið hjá sær.
Broyting:
Flokkurin fær tvær ymiskar uppgávur um sama evni. Næmingarnir skulu nú finna saman við
einum, ið hevur eina aðra uppgávu, enn teir sjálvir hava. Soleiðis mugu tey lurta meiri hugsavnað
eftir tí, ið sagt verður.
Tað er umráðandi, at næmingarnir verða gjørdir varir við:
• At arbeiða skjótt er ikki neyðturviliga ein fyrimunur
• At tosa spakuliga er ógvuliga umráðandi
• Øll SKULU reisa seg. Annars verður kanska bara arbeitt saman við síðumanninum
• Næmingarnir skulu brúka tíðina til at lurta og spyrja onnur um evnið
lærari
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016