Samvirkisnám og floksleiðsla - page 95

95
|
Sosialir førleikar hjá næmingunum
SAMVIRKISNÁM
Hesin kapittulin leggur dent á sosialar førleikar hjá næmingunum. Tá ið flokkurin arbeiðir við
samvirkisnámi, kemur nógv meiri fram í ljósið. Eitt nú, hvør aldri sigur nakað, og hvør hevur ilt
við at ganga runt í flokkinum uttan at gera ónáðir. Vit kunnu ikki bara vænta ella taka sum givið,
at næmingarnir hava hesar førleikar, tá ið teir koma í skúla. Tað má arbeiðast ógvuliga ítøkiliga
við teimum.
Hvat vænta vit av næmingunum?
Flestu lærarar síggja alt fyri eitt jalig úrslit av at arbeiða við samvirkisnámi í lærugreinum.
Næmingarnir fáa nógv meiri talutíð, teir taka meiri lut í undirvísingini og brúka kroppin, meðan
teir læra. Men tá ið um ræður sosialar førleikar hjá næmingunum, er ofta øðrvísi.
Tað er so at siga eingin, ið mótmælir, at tað er tørvur á sosialum førleikum. Men tað eru ofta vant-
andi sosialir førleikar, ið elva til trupulleikar, tá ið lærarar byrja við samvirkisnámi í undirvísingini.
Ávísir sosialir førleikar krevjast fyri at kunna vera við í venjingum við samvirkisnámi.
Latið okkum taka eitt dømi: Næmingarnir arbeiða saman tveir og tveir. Tey skulu “tøma” eina
mynd fyri orð, t.e. nevna alt tað, tey síggja á myndini við nógvum smálutum.
Fyri at fáa fram eitt jaligt samband millum næmingarnar, skulu teir skiftast um at siga hvør sítt
orð, sum hin so skrivar á eitt felags pappír. Tey fáa tríggjar minuttir íalt og skulu skriva so nógv
orð, sum til ber. Venjingin verður nærum sum ein kapping. Tey verða spentari og spentari og kýta
seg at fáa so nógv orð niður á pappírið.
Flestu næmingar halda venjingina vera stuttliga og arbeiða við lív og sál við málinum. Men slík
venjing krevur veruliga nógv av næmingunum. Ja, krøvini kunnu lættliga fylla ein langan lista.
Tey skulu:
• Lurta
• Bíða eftir tørni
• Góðtaka svar hjá øðrum
• Hugsavna seg
• Tosa lágmælt, so hini í flokkinum ikki verða órógvað
• Vilja arbeiða við uppgávuni
• Geva frá sær
Og óivað eru nógv krøv aftrat ... Er so bara ein næmingur, ið ikki kann lúka hesi krøv, verður tað
ein avbjóðandi støða. Spurningurin er so bara: Hvør skal gera tað?
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,85,86,87,88,89,90,91,92,93,94 96,97,98,99,100,101,102,103,104,105,...164
Powered by FlippingBook