Samvirkisnám og floksleiðsla - page 96

96
|
Sosialir førleikar hjá næmingunum
SAMVIRKISNÁM
Summir lærarar halda, at tað er uppgávan hjá skúlanum í samstarvi við foreldrini. Aðrir siga, at
tað eru foreldrini og bara tey, ið eiga at læra børnini sosialar førleikar. Tekur tú undir við seinna
sjónarmiðinum, verður tað veruliga trupult, kanska ómøguligt, at arbeiða við samvirkisnámi. Tí í
øllum flokkum eru næmingar, sum ikki hava førleikarnar, ið vit sóknast eftir.
Úrslitið verður kanska:
• At nógv verður skeldað
• Næmingar verða útihýstir
• Eg fari ongantíð aftur at royna samvirkisnám í hasum flokkinum!
• Ein ørkymlaður lærari og ørkymlaðir næmingar
Øllum hesum slepst undan, um lærarin í staðin ger sær greitt, hvat hann veruliga biður næming-
arnar gera. Lærarin kann t.d. ímynda sær eina venjing frá byrjan til enda og so gera eitt yvirlit yvir
førleikar, sum hann fegin vil, at næmingar hava. So skal arbeiðast tilvitað við hesum førleikum, so
allir næmingar kunnu náa málinum.
Set tær høg mál
Hvussu fegin vit enn vildu brúkt alla tíðina til fakliga undirvísing, so er tað tó ein ovurstór upp-
gáva hjá læraranum at náa endamálsorðingini í fólkaskúlalógini. Har verður dentur lagdur á, at
fólkaskúlin í samstarvi við foreldrini skal “stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu
menningini”.
Vit skulu als ikki arbeiða soleiðis við tí sosiala, at tað fakliga líður undir tí. Heldur skulu vit arbeiða
við sosialum førleikum, samstundis sum vit leggja dent á faklig mál hjá næmingunum.
Hvussu mangan hava vit ikki verið samd um, at tað ber ikki til at fáa nakað fakligt við, um høvdini
á næmingunum eru fylt við óloystum sosialum trupulleikum?
Vit kundu saktans ynskt okkum at brúkt minni tíð til at uppala, sosialisera, ella hvat vit kalla tað.
Men veruleikin er, at vit sum lærarar mugu seta okkum høg mál fyri tað, vit vænta av næming-
unum. Málini skulu bara vera so greið, at næmingarnir vita, hvat vit vænta av teimum.
Ein floksleiðari er greiður, tá ið hann ger greitt fyri øllum, at her í mínum flokki (ella í okkara toymi
ella okkara skúla) vænta vit hetta og hatta. So nýtist okkum ikki at døma næmingar, sum ikki enn
hava førleikarnar. Tað er jú tað, tey skulu læra í skúlanum. Á sama hátt vænta vit jú ikki, at tey
kunnu lesa, tá ið tey fyrsta dagin koma í skúla, ella kunnu tosa enskt, áðrenn tey hava havt fyrsta
tíman í enskum. Summi læra skjótari enn onnur, bæði á tí fakliga og sosiala økinum.
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,86,87,88,89,90,91,92,93,94,95 97,98,99,100,101,102,103,104,105,106,...164
Powered by FlippingBook