Samvirkisnám og floksleiðsla - page 97

97
|
Sosialir førleikar hjá næmingunum
SAMVIRKISNÁM
Næmingarnir vilja helst vita, hvat vit vænta av teimum. Tað er eisini so, at vænta vit nógv av
næmingunum, so avrika teir nógv meiri. Margit Weidner hevur í bók síni Kooperativ læring i un-
dervisningen (2012) dømi um, hvussu tú kanst arbeiða við sosialu læringsmiðstøðini í flokkinum.
Venda vit aftur til venjingina frammanfyri, um at tøma eina mynd fyri orð, var ein førleiki á lista-
num, at næmingarnir skuldu lurta hvør eftir øðrum. Men hvat er tað at lurta, um tú gongur í 2.
flokki? Í 5. flokki? Ella í 9. flokki? Tað er als ikki sami týdningur, ið næmingar á ymsum floksstigum
knýta at tí “at lurta”. Helst er tað eisini heilt annar týdningur enn tað, vit hugsa um. Tí mugu vit
hava tankarnar hjá næmingunum fram í ljósið! Venjing 6.1 fær næmingarnar at seta orð á, hvat
tað er at lurta, og orðini kunnu í venjing 6.2 verða førleikamál hjá næmingunum.
Nú er helst lættari hjá næmingunum at finna fram til, hvat lærarin veruliga væntar, tá ið teir skulu
lurta. Fyri at vita um næmingarnir eisini duga at lurta, mást tú eftirmeta sosiala førleikan á jøvnum
føti við fakligu málini í undirvísingini.
Tað ber til at leggja dent á faklig mál, samstundis sum næmingarnir arbeiða fram móti settum
sosialum málum. Tú kanst jú væl hava eitt munnligt mál fyri samskiftið í undirvísingini, samstundis
sum tú leggur dent á, at næmingarnir skulu lurta hvør eftir øðrum.
Legg dent á tað jaliga
“Ungdómurin á okkara døgum elskar marglæti. Ungdómurin hevur vána atburð, vanvirðir myn-
dugleika, hevur onga virðing fyri eldri fólkum og tosar, tá ið tey skulu arbeiða. Tey ungu reisa seg
heldur ikki upp longur, tá ið eldri fólk koma inn í hølið. Tey siga foreldrunum ímóti, reypa í gildum,
kulka dessertina í seg við borðið, krosskasta beinini og fara illa við lærarunum.”
Sokrates uml. 400 f.o.t.
Helst munnu flestu vaksin halda, at ungdómurin er nógv ramligari í munninum, enn tey sjálv vóru
sum ung. Prátingarlagið er harðligari, og atburðurin er alt annað enn tað, tú kanst ynskja tær. Men
er tað so bara eitt ættarlið á muni? Ella eru tað børn, ið líða undir harðligum tónalagi? Halda vit,
at tað seinasta nevnda er galdandi, mugu vit gera okkurt við tað! Vit kunnu t.d. royna miðvíst at
geva viðurkenning. Bæði børn og vaksin kunnu hava ilt við at geva viðurkenning, og at fáa viður-
kenning kann vera minst líka so trupult. Hvat sigur tú við ein floksfelaga, sum tú fegin vilt geva
eina viðurkenning ella rósa? Venjingarnar 6.3 og 6.4 hjálpa næmingunum við hesum. Venjing 6.3
leggur dent á okkurt gott, ið tú kanst siga við ein floksfelaga. Antin ein felaga, tú kennir rættiliga
væl, ella ein, tú ikki kennir so væl.
Tá ið flokkurin hevur gjørt sær ein langan lista, eina orðabók, við viðurkennandi orðum, fáa tey
eitt hefti við navninum: “Eg sigi gott um teg – tað gleðir meg” (sí venjing 6.4). Her verður dagsins
viðurkenning skrivað, hvønn tú segði tað við, og hvussu viðkomandi tók tað.
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,87,88,89,90,91,92,93,94,95,96 98,99,100,101,102,103,104,105,106,107,...164
Powered by FlippingBook