Samvirkisnám og floksleiðsla - page 98

98
|
Sosialir førleikar hjá næmingunum
SAMVIRKISNÁM
Fatan av eini støðu
Dugir tú at fata eina støðu, er tað ein góð hjálp hjá tær. Tað er umráðandi at læra næmingarnar,
at ymisk fólk og ymsar støður krevja ymsan atburð av okkum. Tá ið næmingarnir skulu læra hetta,
er tað best at lata teir venja støður, sum veruliga kunnu koma fyri. Venjing 6.5 er um at fata eina
støðu.
Tað er umráðandi hjá næmingunum at vita, hvat vit vænta av teimum. Eru tey ikki greið yvir tað,
hava tey ilt við at vita, nær tey eru komin á mál. Sum nevnt frammanundan er ógvuliga týdning-
armikið, at næmingarnir kenna dagsskránna í skúlanum. Tí tað er trupult at liva upp til okkurt, tú
einki veitst um. Nógvir næmingar klára uppgávuna kortini, tí teir kunnu fata eina støðu og sýna
hóskandi atburð hóast ávísan ruðuleika. Men næmingar, ið hava tað bara eitt lítið sindur trupult í
einari óskipaðari støðu og ikki eru greiðir yvir, hvat vit vænta, teir kunnu lættliga fáa óneyðugar
avbjóðingar av, at vit eru “ógreið”.
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,88,89,90,91,92,93,94,95,96,97 99,100,101,102,103,104,105,106,107,108,...164
Powered by FlippingBook