Samvirkisnám og floksleiðsla - page 99

99
|
Sosialir førleikar hjá næmingunum
SAMVIRKISNÁM
Venjingar til 6. kapittul
6.1 • Hin góði lurtarin – lærarasíða og næmingasíða
Í hesi venjingini leggja vit dent á, hvat tað vil siga at vera ein góður lurtari. Hvat hugsar næmingurin
um, tá ið tú sigur, at teir skulu lurta hvør eftir øðrum?
6.2 • Eg sigi, og eg geri – lærarasíða og næmingasíða
Í hesi venjingini taka vit afturíaftur orðini, ið næmingarnir hava skrivað í venjing 6.1. Næmingarnir
skriva orðini í talvuna og flokka tey í: Tað, tú sigur, og tað, tú gert. Annar møguleiki er, at lærarin
skrivar orðini beinleiðis í talvur á kartong til at heingja upp í flokkinum. Tá ið næmingarnir eru við
at orða, hvat verður væntað í ávísum støðum, fáa teir ognarlut í arbeiðinum við tí. Samstundis
verður lættari hjá næmingum við serligum avbjóðingum at bera seg “rætt” at í flokkinum.
12
6.3 • Viðurkenn – lærarasíða og næmingasíða
Tað er deiligt at fáa viðurkenning. Nøkur eru ógvuliga røsk at viðurkenna, onnur halda tað vera
heldur torført at siga slíkt. Nøkur duga eisini væl at taka ímóti viðurkenning, og onnur verða
smæðin ella kenna seg illa. Í hesi venjing skulu næmingarnir finna upp á nógv ymiskt at siga við
ein floksfelaga. Tað skulu vera setningar ella støk orð at siga við ein, tey kenna rættiliga væl, og
við ein, tey ikki kenna so væl.
6.4 • Eg sigi gott um teg – tað gleðir meg – lærarasíða og næmingasíða
Tá ið flokkurin hevur skrivað ein langan lista við viðurkenningum og øðrum góðum at siga við hvør
annan, fáa tey næmingasíðuna til hesa venjing. Her skriva tey dagsins viðurkenning, hvønn tey
søgdu hana við, og hvussu viðkomandi tók tað. Dentur verður soleiðis lagdur á at geva øðrum
okkurt og ikki á tað, tey sjálv fáa. Lærarin kann eisini biðja næmingarnar skriva, hvør hevur sagt
okkurt gott við teir.
6.5 • At fata eina støðu – lærarasíða og næmingasíða
Næmingarnir koma dagliga í nógvar ymsar støður, har tað verður væntað, at teir vísa ein ávísan
atburð. Í hesi venjing spæla tey ymsar smáar støður fyri toyminum. Tað gevur teimum møguleika
at venja seg við, hvussu tey skulu bera seg at.
12 Íblástur frá Weidner (2010).
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,89,90,91,92,93,94,95,96,97,98 100,101,102,103,104,105,106,107,108,109,...164
Powered by FlippingBook