Føroyskur skattarættur - page 75

75
skal verða skattað, tí møguleikarnir eru fleiri alt eftir, um talan er um løn-
takara ella vinnurekandi, um tann vinnurekandi rekur virksemi í vinnufelag
ella sum persónliga rikið virki, og um løntakarin ella tann vinnurekandi ein-
-ans hevur skattskyldu eftir kolvetnisskattalógini ella eisini eftir vanligu
skattalóggávuni.
4.3.3. Skattskylda eftir bæði kolvetnisskattalógini og vanligu skattalóg-
-gávuni
Er løntakarin ella tann vinnurekandi skattskyldugur eftir bæði kolvetnisskatta­
lógini og vanligu skattalóggávuni, verða „avleiddu inntøkurnar“ roknaðar
upp í aðrar inntøkur og skattaðar sum vanligt. Talan kann tá vera um ymisk
skattastig alt eftir, um skattgjaldarin er undir fullari ella avmarkaðari skatt­
skyldu til Føroya, og um tann vinnurekandi rekur virksemi í vinnufelag ella
sum persónliga rikið virki. Løntakarar og sjálvstøðug vinnurekandi við fullari
skattskyldu rinda stígandi skatt upp í 50% av skattskyldugu inntøkuni. Løn-
takarar og sjálvstøðug vinnurekandi við avmarkaðari skattskyldu rinda 42%
av bruttoinntøkuni. Vinnufeløg rinda skatt, sum er 18% (feløg, tó ikki íverk-
setarafeløg, við partapeningi, sum er lægri enn 50.000 kr. rinda tó 49%) av
skattskyldugu inntøkuni uttan mun til, um tey eru undir fullari ella avma-
rkaðari skattskyldu til Føroya ella einans eru skattskyldug eftir kolvetnisskat-
talógini.
4.3.4. Skattskylda einans eftir kolvetnisskattalógini
4.3.4.1. Løntakarar
Er løntakarin einans skattskyldugur eftir kolvetnisskattalógini
og
arbeiðir fyri
ein arbeiðsgevara, sum ikki hevur heimating í Føroyum, verður brutto-inn-
tøkan hjá løntakaranum eftir § 11, stk. 2 í kolvetnisskattalógini skattað enda­
liga 35%. Tað merkir eisini, at løntakarin skal ikki lata inn sjálvuppgávu,
men at avvarðandi arbeiðsgevari skal ávísa lønina ígjøgnum føroysku skatta­
skipanina, so skatturin á tann hátt kann verða afturhildin.
4.3.4.2. Vinnurekandi
Sjálvstøðug vinnurekandi, sum einans eru skattskyldug eftir kolvetnisskatta­
lógini, rinda eftir § 11, stk. 1 í kolvetnisskattalógini skatt av „avleiddum inn­
tøkum“ við skattastigi, sum er 35%. Vinnurekandi, sum reka virksemi í ein­
um vinnufelag, og sum einans eru skattskyldug eftir kolvetnisskattalógini,
rinda skatt av „avleiddum inntøkum“ við skattastigi, sum er 18% (feløg, tó
ikki íverksetarafeløg, við partapeningi, sum er lægri enn 50.000 kr. rinda tó
49%).
1...,65,66,67,68,69,70,71,72,73,74 76,77,78,79,80,81,82,83,84,85,...284
Powered by FlippingBook