Myndir til 'Fysiologi'

2. Almenn fysiologi og arbeiðsfysiologi   129 Yvirlitsmynd av evnaskiftinum í vøddakyknum. Myndin vísir ein lítlan part av einari vøddakyknu, har anaeroba og aeroba niðurbrótingin fer fram. (a) er kyknuvæta við 1) myofiprillum og 2) mitokondrium (b) er lítil skurður av einari mitokondriu og einum lítlum parti av kyknuvætuni uttanum. Klønu pílarnir umboða evnafrøðiligar tilgongdir. Tjúkku pílarnir umboða evnafrøðiligar til­gongdir, sum geva orku. Í kyknuvætuni fer anaeoba niðurbrótingin fram: ATP → ADP + P i gevur orku: 1. Beinleiðis til vøddasamandrátt og til 2. At endurbyggja kreatinfosfat 3. Niðurbrótingin KrP → Kr + P i gevur orku til at endurbyggja ATP 4. Glykogen-glukosu niðurbróting til pyrodrúvusýru og mjólkarsýru gevur orku til at endurbyggja ATP. Aeroba niðurbrótingin fer fram í mitokondriunum: 5. Í kyknuvætuni verða pyrodrúvusýra, fiti og aminosýrur niðurbrotnar til acetyl-coenzym A, sum síðan verður flutt í mitokondriurnar. Er nóg nógv O 2 til taks, verða acetylbólkarnir niðurbrotnir víðari í nógvum evnafrøðiligum til­gongdum í sitrónsýruringrásini (SS) og elektronflutningsketuni, samstundis sum nógv orka verður loyst til at endur­ byggja ATP. Í hesum viðfangi verða acetylbólkarnir og O 2 umgjørd til CO 2 og H 2 O. Prikkastrikurnar vísa á, at ADP og ATP verða flutt um mitokondriuhinnuna. Gjøllari lýsing í tekstinum. a 1) 2) Glykogen Glukosa Vøddasamandráttur Mjólkarsýra Pyrodrúvusýra Feitar sýrur Aminosýrur 1 3 2 4 5 b ATP KrP Kr + P i ADP + P i ATP ← ADP + P i 2H + O → H 2 O CO 2 H H H H Acetyl CoA SS Elektronflutningsketa

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=