Myndir til 'Fysiologi'

172   3. Kropslig venjing Myndin gevur yvirlit yvir, hvussu venjingarøkini eru hvørt í mun til annað. Tey aerobu venjingar­økini hava ein lutfalsliga lítlan intensitet samanborið við maksimalan intensitet. Vit kunnu koma upp á VO 2, max við at arbeiða 20–40% av maksimalum intensiteti. Skjótleikavenjing er altíð við maksimalum intensi­ teti, men anaerob effektvenjing krevur 60–100% av maksi­malum intensiteti. Í anaerobari kapasitets­venjing kann intensiteturin vera ymiskur (30–100%). Maksimalur intensitetur er, tá ið arbeitt verður við hægst møguligum intensiteti stutt tíðarbil, t.e. maksimal renniferð, súkkluferð, svimjiferð o.s.fr. Gev tær far um, at maksimala oxygenupptøkan er lutfalsliga lítil sammett við maksimalan arbeiðsintensitet. Venjingarøki Mesta oxygenupptøka Maksimalur intensitetur Intensitetur % av maksimum Skjótleikavenjing (100%) Venjing av anaerobari effekt (60–100%) Venjing av anaerobum kapasiteti (30–100%) Aerob venjing við stórum intensiteti (15–40%) Aerob venjing við hóvligum intensiteti (5–20%) Aerob venjing við lítlum intensiteti (0–10%) 90 100 80 70 60 50 40 30 20 10 0

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=