Myndir til 'Fysiologi'

234   4. Tema Lutfalsligi vandin fyri typu 2 diabetes. Tey, sum eru arviliga viðbrekin fyri sjúkuni og eru krops­liga óvirkin, eru í stórum vanda fyri at gerast sjúk. Myndin vísir, at um vit eru arviliga viðbrekin við­víkj­andi typu 2 diabetes, kunnu vit minka um vandan við um leið 40%, og tey virknu kunnu eisini minka tann arviliga táttin nógv, samanborið við tey kropsliga óvirknu, sum ikki eru arviliga viðbrekin. mynd 70 Virkin Arvur og óvirkin Arvur og virkin Óvirkin 0 20 40 60 80 100 % Ávirkan av arvi og lívsførslu Kropsligt virkni BMI > 27 BMI < 27 Lítið Miðal Nógv Diabetestilburðir í tali (pr. 100) 1 0 2 3 5 4 6 7 8 9 Talið á fólki sum fingu typu 2 diabetes í mun til yvirvekt og í mun til at vera kropsliga virkin. 27 í BMI verður oftast brúkt sum mál fyri at viga ov nógv. Á myndini sæst, at tey feitu høvdu størri líkindi at fáa typu 2 diabetes enn tey við hóskandi vekt. Har­aftur­at sæst, at meiri rørsla mink­ar munandi um vandan hjá báðum bólkum. Myndin vísir eisini, at tey feitu, sum hava eina virkna lívs­førslu, eru í minni vanda fyri at verða sjúk enn tey krops­liga ó­virknu við hóskandi vekt. At vera krops­liga virkin kann javna ta ringu á­virkan­ina, sum ov nógv fiti hevur.

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=