This is a SEO version of untitled. Click here to view full version
« Previous Page Table of Contents Next Page »34 GRIKKAR
Grikkar
– lærarar Evropa
T
ey seinastu túsund árini av fornøldini verða nevnd antikkin , umleið 500 f.Kr.-500 e.Kr. Tað verður ofta sagt, at vesturlendska mentanin byrjar í tí antikka ella fornaldarliga Grikkalandi. Har vóru heimspekingar, støddfrøðingar, stjørnufrøðingar, tøkningar, læknar og uppfinnarar. Og tað var har, at sjónleikur, bókmentir og list, sum enn verður hámett, varð skapt. Eisini teir olympisku leikirnir koma frá grikk-um og f leiri av ítróttagreinum okkara. Renning, longdarlop, klingru- og spjótkast vóru eisini við í teimum fornu leikunum.
Tað, sum vit nevna mentan, er eitt úrslit av forvitni menniskjunnar og frælsa skapanarevni hennara gjøgnum eitt langt tíðarskeið. Og grikk-ar vóru bæði forvitnir og uppfinningarsamir. Harumframt vóru teir handilsfólk, og keypmenninir tóku til sín nýskapan og uppfinningar úr Fønikia, Persia og Egyptalandi.
Fólkaræðið er helst tann týdningarmesti arvurin úr Grikkalandi. Í Athen lá valdið hjá einum fólkatingi, ikki hjá einum einavaldskongi. Men tað vóru bert frælsir menn, sum høvdu atkvøðurætt og sum kundu vera við í politiskum avgerðum. Kvinnur og trælir sluppu ikki upp í part. Grikkin Herodot , sum livdi í 400-talinum f.Kr., verður ofta nevndur faðir at søguskrivingini. Herodot ferðaðist nógv, og bøkur hansara eru enn týdningarmiklar søguligar keldur. Kunnleikin til grikska mentan og søgu var f luttur víðari til vesturlond av rómverjum og arabum.
Kreta
Umleið 2000 f.Kr. komu grikkar til tað núverandi grikska meginlandið, og umleið 1400 f.Kr. hertóku teir oynna Kreta.
Kretabúgvar tykjast at hava verið eitt friðarligt fólk, ið sætaði sær úti í Miðjarðarhavi. Útgrevstrar sýna, at býir teirra ongar verjumúrar høvdu. Og eftir øllum at døma høvdu kvinnurnar eina sterka støðu í samfe-lagnum.
Fornfrøðiligir fundir sýna, at Kreta hevði lívligt handilsvirksemi við f leiri av londunum kring Miðjarðarhav, ikki minst Egyptaland. Men umleið 1400 f.Kr. oyðilegðist oyggin fullkomiliga. Granskarar vita ikki, um tað kom av griksku hertøkuni ella av ógvusligum eldgosi á eini oyggj nærhendis Kreta.
This is a SEO version of untitled. Click here to view full version
« Previous Page Table of Contents Next Page »