Page 14 - untitled

This is a SEO version of untitled. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »

52 RÓMVERJAR

Rómverjar

– valdsharrar heimsins

H

eimlandið hjá rómverjum var hálvoyggin, sum í dag nevnist Italia. Í næstan túsund ár vaks ríki teirra og at enda høvdu teir valdið í øllum londum og á øllum fólkum kring Miðjarðarhav, umframt stórum pørtum av Evropa. Rómaríkið verður við hvørt rópt “túsundáraríkið”. Býurin Róm var høvuðsstaður. Hiðani var tað veldiga ríkið stýrt av túsundatals embætismonnum. Eitt væl útbygt vegakervi bant teir ymisku ríkispartarnar saman. Væl vápnaðir hermenn hildu vakt við markini og hildu skil á.

Tær rómversku lógirnar vóru galdandi allastaðni. Hermenn og embætis-menn vóru sum løgreglumenn og ansaðu eftir, at lógirnar vórðu fylgdar, og at tey hertiknu fólkini guldu sín skatt. Næstan alt arbeiði varð gjørt av trælum, ið høvdu verið krígsfangar. Uttan trælirnar, tær felags lógirnar og tær stóru herdeildirnar hevði Róm als ikki kunnað verið eitt stórveldi. Mál rómverja var latín. Á okkara døgum verða italskt, spanskt, portu-gisiskt, franskt og rumenskt nevnd rómansk mál, tí tey eru í ætt við latín. Bæði enskt og tey norðurlendsku málini hava mong latínsk orð.

Rómverjar hertóku Grikkaland, men tað var tann grikska mentanin, sum hertók rómverjar, verður ofta sagt. Tað var hildið at vera fínt at duga grikskt og at hava kunnleika um teir griksku heimspekingarnar og rithøvundarnar. Tí sendu ríkar rómverskar familjur fegnar synir sínar til Athen ella Rodos at studera. Rómverjar gjørdu eisini teir griksku gudarnar til sínar, men góvu teimum onnur nøvn.

Í 300-talinum varð kristindómurin statsátrúnaður. Tað var ein roynd at halda saman tað risastóra ríkið, sum var við at syndrast, men seinast í 300-talinum varð tað býtt sundur í Vesturrómverska ríkið og Eysturróm-verska ríkið.

Býarstaturin viðTiberánna

Á teimum sjey heygunum við Tiberánna vuksu um ár 700 f.Kr. fram nakrir smáir býir, sum vórðu sameindir til býarstatin Róm.

Róm varð fyrst stýrdur av kongum, men varð seinni lýðveldi – republikk . Orðið republikk kemur úr latíni ogmerkir tað almenna, staturin. Lýðveldið varð stýrt av einum fólkatingi, umleið sum í Athen. Men tað mesta valdið var hjá senatinum , sum var sett saman av monnum úr teimum ríkastu familjunum. Tað vóru fólkatingið og senatið, sum gjørdu lógirnar.

Page 14 - untitled

This is a SEO version of untitled. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »