Page 16 - untitled

This is a SEO version of untitled. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »

70 MIÐØLD – UMLEIÐ 500–1500

Miðøld

– umleið 500-1500

Í

1400-talinum funnu evropearar upp á orðið miðøld fyri tíðina mill- um antikkina og sína egnu tíð. Miðøld í Evropa vardi í umleið 1000 ár, frá umleið 500 til 1500. Men her í Norðurlondum byrjaði miðøld ikki fyrr enn um 1000-talið, tá kristindómurin varð tann nýggi átrúnaðurin. Tá órógvin eftir germansku fólkaferðingarnar hevði lagt seg, varð

Frankaríkið til, og ár 800 krýndi pávin konginKarl Mikla – Karlamagnus – til keisara. Pávin og keisarin – tað andaliga veldið og tað verðsliga veldið – skuldu samarbeiða fyri at skapa frið og skil í Evropa. Dreymurin var eitt nýtt rómaríki.

Men Frankaríki syndraðist. Orsøkin var millum annað tey støðugu álopini frá ikki-kristnum fólkum sum arabum og norðbúgvum (víking-um), slavum og ungarum.

Í 1000-talinum og 1200-talinum var Evropa sterkt og ríkt. Við her-deildum settar saman av riddarum í brynju kundu kongar bæði verja seg móti hvørjum øðum og móti teimum ikki-kristnu fólkunum. Jarðar-brúkið og handilin vuksu, eisini fólkatalið. Men tá miðøld fór at halla, viknaði Evropa. Veðurlagið varð kaldari og ávøksturin minni. Har-afturat breyt svartideyði út, ein sótt, sum í 1300-talinum tók lívið av nógvum menniskjum.

Teir evropeisku kongarnir vóru krýndir av kristnumbiskupum, og vórðu teir verjar hjá kristindóminum. Kristindómurin hevði øgiliga stórt vald ámenniskjunum. Tað galt umat fylgja reglunum hjá kirkjuni alt lívið, fyri ikki, sum tey trúðu, at enda í einum brennandi helviti eftir deyðan.

Í teimum stóru býunum vóru dómkirkjur – katedralar – bygdar. Tær reistu seg høgt upp yvir allar aðrar bygningar fyri at vísa fólki stórleika Guds. Kleystrini lógu sum friðarligar oyggjar í einum havi av kríggi og oyðilegging. Innan fyri kleysturmúrarnar arbeiddu dugnaligir munkar og dugnaligar nunnur við øllum frá jarðarbrúki til vísindi. Tað er kleystrunum fyri at takka, at kunnleikin frá tí antikka Grikkalandi og Róm er varðveittur til okkara tíð.

Stórbýirnir í Evropa kappaðust um at byggja tær størstu og prýðiligastu dómkirkjurnar ella katedralarnar. Á myndini til høgru hevur byggimeistarin eftirlit við eini dómkirkjubygging. Hann peikar á tann handdrivna kranan, sum hevur eina tøkuklógv av næstan sama slag, sum enn verður nýtt.

Page 16 - untitled

This is a SEO version of untitled. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »