This is a SEO version of untitled. Click here to view full version
« Previous Page Table of Contents Next Page »118 1600-TALIÐ
1600-talið
– tíðin hjá einavaldskongunum
Í 1600-talinum vóru fleiri av kongunum í Evropa einavaldskongar , sum merkti, at teir avgjørdu alt. Teir nevndu seg “kongar av Guds náði” og hildu, at teir høvdu fingið vald sítt frá Gudi. Einastu undantøkini vóru Niðurlond og Ongland.
Hvussu eydnaðist tað kongunum at gerast einaveldigir? Jú, við stuðli frá aðalinum og teimum ríku keypmonnunum, sum vónaðu at verða uppaftur ríkari og valdsmiklari, um teir stuðlaðu statinum og einavalds-kongunum. Og soleiðis varð tað eisini. Kongarnir útvegaðu sær eisini egnar herar, sum vóru settir saman av yrkishermonnum, ið bardust móti hvørjum sum helst, bert teir fingu góða løn.
Ludvík 14. í Fraklandi er eitt gott dømi. Hann ferðaðist ikki kring í ríki sínum, sum kongarnir gjørdu í miðøldini, men stýrdi við hjálp frá góðum embætismonnum, sum fingu so góða løn, at teir fegnir vóru hon-um lýdnir. Slott kongs varð til miðstøðu ríkisins, har sat hann sum ein eiturkoppur miðskeiðis í nótini.
Vápn sum kanónir og muskettir, eitt slag av byrsum, øktu um stríðs-máttin, og í 1600-talinum var tað javnt og samt kríggj í Evropa. Spania var til dømis í kríggi við onnur lond í 82 ár, Frakland í 62 ár og Danmark í 41 ár. Viðhvørt snúðu kríggini seg um átrúnað, men oftast var tað um, hvør skuldi hava valdið í Evropa.
Teir muslimsku turkarnir vunnu sær eitt risa ríki og trongdu seg langt inn í tað kristna Evropa. Í Russlandi livdi fólkið framhaldandi sum í miðøldini, og landið var næstan heilt avbyrgt frá hinum partinum av Evropa. Men fyrst 1700-talinum, eftir sigurin á Svøríki við Poltava, fór Russland at lata seg upp fyri Evropa.
Niðurlond – Holland
Síðst í 1500-talinum tóku teir norðaru landslutirnir í Niðurlondum – tað økið, sum í dag verður rópt Holland – loysing frá Spania.
Longu í miðøld vóru hollendingar kendir fyri sína ostaframleiðslu og sín góða sildafiskiskap. Osturin og tann saltaða sildin var matur, sum helt sær, og sum tí egnaði seg væl at selja til onnur lond. Tað var soleiðis, at framgongdin hjá teimum hollendsku keypmonnunum byrjaði.
This is a SEO version of untitled. Click here to view full version
« Previous Page Table of Contents Next Page »