34
Grikkar
– lærarar Evropa
T
ey seinastu túsund árini av fornøldini verða nevnd
antikkin
,
umleið 500 f.Kr.-500 e.Kr. Tað verður ofta sagt, at vesturlendska
mentanin byrjar í tí antikka ella fornaldarliga Grikkalandi. Har vóru
heimspekingar, støddfrøðingar, stjørnufrøðingar, tøkningar, læknar og
uppfinnarar. Og tað var har, at sjónleikur, bókmentir og list, sum enn
verður hámett, varð skapt. Eisini teir olympisku leikirnir koma frá grikk
um og f leiri av ítróttagreinum okkara. Renning, longdarlop, klingru- og
spjótkast vóru eisini við í teimum fornu leikunum.
Tað, sum vit nevna mentan, er eitt úrslit av forvitni menniskjunnar
og frælsa skapanarevni hennara gjøgnum eitt langt tíðarskeið. Og grikk
ar vóru bæði forvitnir og uppfinningarsamir. Harumframt vóru teir
handilsfólk, og keypmenninir tóku til sín nýskapan og uppfinningar úr
Fønikia, Persia og Egyptalandi.
Fólkaræðið
er helst tann týdningarmesti arvurin úr Grikkalandi. Í
Athen lá valdið hjá einum fólkatingi, ikki hjá einum einavaldskongi. Men
tað vóru bert frælsir menn, sum høvdu atkvøðurætt og sum kundu vera
við í politiskum avgerðum. Kvinnur og trælir sluppu ikki upp í part.
Grikkin
Herodot
, sum livdi í 400-talinum f.Kr., verður ofta nevndur
faðir at søguskrivingini. Herodot ferðaðist nógv, og bøkur hansara eru
enn týdningarmiklar søguligar keldur. Kunnleikin til grikska mentan
og søgu var f luttur víðari til vesturlond av rómverjum og arabum.
Kreta
Umleið 2000 f.Kr. komu grikkar til tað núverandi grikska meginlandið,
og umleið 1400 f.Kr. hertóku teir oynna Kreta.
Kretabúgvar tykjast at hava verið eitt friðarligt fólk, ið sætaði sær úti í
Miðjarðarhavi. Útgrevstrar sýna, at býir teirra ongar verjumúrar høvdu.
Og eftir øllum at døma høvdu kvinnurnar eina sterka støðu í samfe
lagnum.
Fornfrøðiligir fundir sýna, at Kreta hevði lívligt handilsvirksemi við
f leiri av londunum kring Miðjarðarhav, ikki minst Egyptaland. Men
umleið 1400 f.Kr. oyðilegðist oyggin fullkomiliga. Granskarar vita ikki,
um tað kom av griksku hertøkuni ella av ógvusligum eldgosi á eini oyggj
nærhendis Kreta.
Hátt yvir húsatekjurnar
í Athen reisir Akropolis
seg, tann veldigi
kletturin við templum
sínum. Mest ásýniligt er
Parthenontemplið, sum
varð bygt í 440-árunum
f.Kr. og er halgað Athenu,
verndargudinnu Athens.
Heimssoega_1_dd.indd 34
8/7/1