70
MiðølD – umlEIÐ 500–1500
– umleið 500-1500
Í
1400-talinum funnu evropearar upp á orðið
miðøld
fyri tíðina mill-
um antikkina og sína egnu tíð. Miðøld í Evropa vardi í umleið 1000
ár, frá umleið 500 til 1500. Men her í Norðurlondum byrjaði miðøld ikki
fyrr enn um 1000-talið, tá kristindómurin varð tann nýggi átrúnaðurin.
Tá órógvin eftir germansku fólkaferðingarnar hevði lagt seg, varð
Frankaríkið
til, og ár 800 krýndi pávin konginKarl Mikla –
Karlamagnus
– til keisara. Pávin og keisarin – tað andaliga veldið og tað verðsliga
veldið – skuldu samarbeiða fyri at skapa frið og skil í Evropa. Dreymurin
var eitt nýtt rómaríki.
Men Frankaríki syndraðist. Orsøkin var millum annað tey støðugu
álopini frá ikki-kristnum fólkum sum arabum og norðbúgvum (víking
um), slavum og ungarum.
Í 1000-talinum og 1200-talinum var Evropa sterkt og ríkt. Við her
deildum settar saman av riddarum í brynju kundu kongar bæði verja seg
móti hvørjum øðum og móti teimum ikki-kristnu fólkunum. Jarðar
brúkið og handilin vuksu, eisini fólkatalið. Men tá miðøld fór at halla,
viknaði Evropa. Veðurlagið varð kaldari og ávøksturin minni. Har
afturat breyt
svartideyði
út, ein sótt, sum í 1300-talinum tók lívið
av nógvum menniskjum.
Teir evropeisku kongarnir vóru krýndir av kristnumbiskupum,
og vórðu teir verjar hjá kristindóminum. Kristindómurin hevði
øgiliga stórt vald ámenniskjunum. Tað galt umat fylgja reglunum
hjá kirkjuni alt lívið, fyri ikki, sum tey trúðu, at enda í einum
brennandi helviti eftir deyðan.
Í teimum stóru býunum vóru dómkirkjur –
katedralar
– bygdar.
Tær reistu seg høgt upp yvir allar aðrar bygningar fyri at vísa fólki
stórleika Guds. Kleystrini lógu sum friðarligar oyggjar í einum
havi av kríggi og oyðilegging. Innan fyri kleysturmúrarnar
arbeiddu dugnaligir munkar og dugnaligar nunnur við øllum frá
jarðarbrúki til vísindi. Tað er kleystrunum fyri at takka, at kunnleikin
frá tí antikka Grikkalandi og Róm er varðveittur til okkara tíð.
Stórbýirnir í Evropa kappaðust um
at byggja tær størstu og prýðiligastu
dómkirkjurnar ella katedralarnar. Á
myndini til høgru hevur byggimeistarin
eftirlit við eini dómkirkjubygging.
Hann peikar á tann handdrivna kranan,
sum hevur eina tøkuklógv av næstan
sama slag, sum enn verður nýtt.
Heimssoega_1_dd.indd 70
8/7/1