8
ELSTA FORNØLD
Tey kendastu minnismerkini
í fornøldini finna vit í oyði
mørkini í Egyptalandi. Við Giza
hevja seg veldigar pýramid
ur, sum vóru bygdar umleið
2500 f.Kr. Her vóru tríggir
valdsmiklir egyptiskir kongar
jarðaðir, Keops, Kefran og
Mykerios. Tær tríggjar smáu
pýramidurnar eru drotninga
gravir.
T
ey fyrstu menniskjuni vóru veiðifólk og savnarar, sum javnt og samt
f luttu seg og høvdu bert fyri neyðini at arbeiða, tá tey vóru svong.
Tey høvdu hvørki kongar, kríggj, skatt ella trælaband.
Men fyri 10.000 árum síðani byrjaði nakað, sum fór at broyta lívið
hjá menniskjuni fullkomiliga. Fram við teimum stóru áunum í Mesopo
tamia, Egyptalandi og Kina vórðu menniskjuni nú búføst. Tey fóru at
velta korn og fáa sær húsdýr. Fólkatalið vaks skjótt.
Bøndurnir búðu í húsum og hildu saman í bygdum, og summar
av bygdunum vuksu til býir. Menniskjuni skiftu um vørur hvørt við
annað – soleiðis var tað, at handil millum ymisk fólk byrjaði. Og tá
handilsmenninir hittust, so søgdu teir tíðindi hvør fyri øðrum. Nýggjur
kunnleiki og nýggjar uppfinningar spjaddu seg, eitt nú skrivikynstrið.
Summi fólk vórðu ríkari enn onnur. Hesir høvdingar, ella kongar,
útvegaðu sær hermenn og trælir og noyddu síðani bøndurnar at gjalda
skatt. So komu kongaríki, kríggj, skattur og trælahald. Tá menniskjuni
vórðu búføst, broyttist alt lív teirra.
Hetta kapitlið er um eitt langt tíðarskeið, frá veiðifólkunum og savn
arunum í steinøldini og upp til 500-talið f.Kr. við tí veldiga Persaríki
num, sum rakk frá Miðjarðarhavi til India.
Langi vegur menniskjunnar
Fyri kanska sjey milliónum árum síðani hendi nakað løgið, sum broytti
lívið á jørðini. Ein apa lærdi seg at ganga á afturbeinunum! Granskarar
halda, at tað hendi soleiðis:
Í Afrika, har skógur og grasf løtur –
savanna
– møttust, livdu apurnar
í trækrúnunum, har tær hentaðu nøtir og aðrar fruktir. Men av og á
hendi tað, at ein apa sprakk niður á vøllin fyri at eta fruktir, sum vóru
dotnar niður úr trøunum, og á vøllinum gekk hon á øllum fýra. Hon
studdi hendurnar niður á knúgvarnar, gekk knúgvagongd, og tað bar tí
ikki til hjá henni at taka fruktirnar og fara við teimum. Hon brúkti jú
hendurnar at ganga á.
So við og við gáaði hon eftir, at tað bar til at reisa seg og ganga á
tveimum beinum. Tá kundi hon bæði ganga og henta frukt samstundis!
Tá hon stóð uppreist, gjørdist hon eisini nógv longri, og tað var lættari
hjá henni at varnast vandamikil rovdýr.
Heimssoega_1_dd.indd 8
8/7/1