Page 6 - untitled

This is a SEO version of untitled. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
6
1700-TALIÐ
– upplýsingin, hjálondini og
heimshandilin
P
restarnir søgdu: “Vit hava øll svørini, tí vit vita, hvussu vit skulu tulka
Bíbliuna. Tann, sum ivast, hann syndar!” Men kirkjan myrkalegði
sannleikan. Eitt kent dømi er italski granskarin Galileo Galilei (1564-
1642), sum prógvaði, at jørðin melur kring sólina. Men katólska kirkjan
hevði eina aðra fatan. Galilei varð ákærdur fyri at hava framt eitt álvarsligt
brot móti læru kirkjunnar og var tætt við at verða deyðadømdur. Fyri at
bjarga lívinum varð hann noyddur at “viðganga”, at hann hevði mistikið
seg.
Í 1700-talinum breiddu kunnleiki og nýggjar hugmyndir seg skjótt.
Menniskjuni fóru sjálvi at kanna veruleikan, og skiltu, at tað ikki bar til
at fáa svar upp á alt í Bíbliuni. Og kirkjan – bæði tann katólska og tann
protestantiska – mátti at enda geva seg. Hon hevði ikki longur einkarætt
til allan sannleika.
Í Evropa hevði 1700-talið fingið heitið
upplýsingartíðin
ella bert
upplýsingin. Tá var tað tíðarhóskandi at vera forvitin, og vita so nógv
sum gjørligt um alt. Allarhelst skuldi kunnleikin eisini vera til nyttu,
t.d. tøkni, fyri at kunna gera maskinur, lívfrøði fyri at fáa betri skurð,
læknafrøði fyri at bjarga lívum, landafrøði fyri at hertaka heimin og
politikkur fyri at gera samfelagið betri.
Men hetta var bert galdandi fyri fólk, sum dugdu at lesa og høvdu tíð
til at studera og skifta orð um vísindaligar spurdómar. Tey f lestu, bøndur
og arbeiðsfólk, hildu fram við vanliga strevi sínum fyri at lívbjarga sær.
Nógvir av einaræðisharrunum í Evropa vóru “upplýstir” og nútím-
ansgjørdu lond síni við at koma við nýggjum lógum, betri landbún-
aðarhátti, trúarfrælsi og skúlaundirvísing. Teir stuðlaðu eisini gávuríkum
granskarum við peningi, fyri at gransking teirra skuldi verða landinum til
nyttu. Í 1700-talinum nýttist einaveldi sostatt ikki at vera nakað neiligt.
Í øllum 1700-talinum telvaðu Ongland og Frakland um valdið á
høvunum. Enn vóru stór øki, sum skuldu kannast. Fyri at gera tað var
neyðugt við betri kortum yvir høv og lond, strendur og oyggjar. Her
gjørdi bretski heimsumsiglarin
James Cook
eitt stórt átak fyri sjóvinnuna
og heimshandilin.
Søgunnar fyrsta luftballón fer av stað
við einum hana, einum seyði og eini
dunnu sum "ferðafólki". Árið var 1783,
og øll yvirlivdu. Fronsku Montgolfier
brøðurnir gjørdu hitaballónina. Men av
tí at ein ballón ikki kundi stýrast, men
fór við vindinum, fekk uppfinningin
ongan týdning fyri samferðsluna.