Kórbók 2 - page 5

Knút Olsen
Tónasakaldið Knút Olsen er føddur í Sandavági 1945 og býr í Havn. Knút tók læraraprógv á
Føroya Læraraskúla í 1969 og hevur verið lærari í Hvalvík, Leirvík, Haldarsvík og í Tórshavnar
kommunuskúla síðani 1978. Hann var á ársskeiði á Danmarks Lærerhøjskole í Danmark 1972-
73 og á Fróðskaparsetri Føroya 1984-85. Umframt at røkja lærarastarvið hevur Knút arbeitt
nógv við at skriva løg og leggja til rættis kórverk.
Tá Bókadeild Føroya Lærarafelags í 1989 gav út aðru og øktu útgávu av Sangbók til skúlabrúks,
eisini nevnd Starabókin, frá 1965, skipaði Knút Olsen fyri sangunum, sum vórðu lagdir afturat.
Longu í 1972 gjørdi hann lag og sats til fosturlandssangin hjá Pól F. Joensen ”Føroyar, mín
móðir”, og sama ár gjørdi hann nýtt lag til jólasálmin hjá Jacob Jacobsen ”Jólaklokkan aftur
ringir”. Knút eigur 11 løg í Sálmabókini.
Tá Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs varð latin honum í 1998, segði nevndin soleiðis:
”Knút Olsen hevur í verki sýnt gott oyra og listarligt snildi at gera løg til føroyskar barnarímur
og yrkingar. Løgini rigga væl til tekstin og fáa fram sangfýsni barnanna”.
Nevndin, sum læt heiðurslønina, hevur somuleiðis havt í huga fjølbroytni listamansins at umseta
klassiskar barnabókmentir. Knút Olsen hevur týtt ”Oliver Twist”, eftir Charles Dickens, ”Kring
jørðina í 80 dagar” eftir Jules Verne og ”Grønur var dalurin” eftir Richard Llewellyn. Nýggjasta
týðing hansara er ungdómsbókin ”Eldfuglurin” í 2005.
38 løg og satsir eftir Knút Olsen eru við í hesi kórbók, sum Føroya Skúlabókagrunnur gevur
út í teldutøkari útgávu í samstarvi við Kórsamband Føroya. Kórverkini eru frá tíðarskeiðnum
1972–1998.
Knút Olsen
1,2,3,4 6,7,8,9,10,11,12,13,14,15,...70
Powered by FlippingBook