Til foreldrini
Arbeiðsbók 1
er tann fyrra av tveimum
arbeiðsbókum í tilfarinum
Súlan
, og er ætlað
sum undirvísingartilfar í 1. flokki.
Súlutilfarið byggir á nýggjastu altjóða
gransking innan lesing og fevnir í løtuni um
eina
bókstava- og ljóðbók
,
tvær arbeiðsbøkur
og
Súlubøkurnar
, ið eru smáar lesibøkur,
ætlaðar at lesa, so hvørt sum børnini hava lært
teir ávísu bókstavirnar.
Tað hevur avgerandi týdning fyri eitt barn
at læra at lesa og skriva.
Nógv er granskað í lesing kring allan heim
seinastu mongu árini.
Hóast lesi- og skriviførleikin mennist alt
lívið, eru granskarar í dag á einum máli um,
at byrjanarfrálæran í lesing hevur alstóran
týdning
og kann vera avgerandi fyri, hvussu
barnið mennist í lesingini.
Kanningar vísa, at skal barnið gerast
tryggur lesari, má arbeiðast miðvíst við
sambandinum millum bókstav og ljóð. Hetta
er grundarlagið fyri eini sjálvstøðugari lesi-
og stavimenning.
Okkara skrift er ljóðskrift. Børnini mugu
tí læra, at ymsu ljóðini í málinum verða
skrivað við bókstavum. Settir saman, verða
bókstavirnir til orð, og orðini verða til
setningar.
Fyri at kunna lesa eitt orð mugu børnini
kenna ljóðini á teimum bókstavum, ið tey
síggja. Orðið sól er t.d. sett saman av trimum
bókstavum, sum svara til tey trý
ljóðini
/
s
/ /
ó
/ /
l
/.
Hetta kann vera torført at skilja hjá
summum børnum. Málið er eitt amboð, ið tey
brúka, tá ið tey tosa saman um eitthvørt;
einstøku ljóðini eru tey ikki varug við.
Tí er tað av størsta týdningi í byrjanar-
frálæruni í lesing, at dentur verður lagdur á at
arbeiða júst við ljóðunum í málinum.
Børnini skulu læra, hvussu bókstavirnir
síggja út, hvussu teir eita, og hvussu teir ljóða.
T.d. at bókstavurin
s
eitur
ess
, men at hann
ljóðar
/
sss
/.
Í
arbeiðsbókunum
arbeiða børnini við
teimum bókstavum og ljóðum, sum eru
gjøgnumgingin í Súluni.
Í
Arbeiðsbók 1
eru bókstavirnir
Áá
,
Ll
,
Ss
,
Íí
,
Óó
,
Tt
,
Ii
,
Bb
,
Ee
,
Gg
,
Nn
,
Rr
,
Hh
,
Úú
,
Mm
,
Ff
og
Aa
.
Dentur er lagdur á at læra sambandið
millum bókstav og ljóð, og tí verður bert
arbeitt við ljóðrøttum orðum. Hetta eru orð,
sum ljóða júst soleiðis, sum tey eru skrivað,
t.d.
súla
,
likka
o.s.fr. Farið verður bæði frá
ljóði til bókstav og frá bókstavi til ljóð.
Í fyrstani eru fá orð og nógvar myndir,
men sum frá líður verða fleiri orð. Tað verða
bert lisin og skrivað orð, sum kunnu setast
saman av teimum bókstavunum, sum barnið
hevur lært.
Tað, sum vit alla tíðina miða ímóti, er at
fáa børnini at
loysa lesikotuna
, t.e. at kenna
bókstavirnar, duga at umseta teir til ljóð, vita,
hvussu tey ymisku ljóðini hátta sær saman
við øðrum ljóðum, og at skilja tað, tey lesa.
Tá tey hava lært hetta, ræður um at venja
hetta kynstrið, soleiðis at barnið verður ein
automatiseraður lesari.
Til ber at lesa meira um lesing á Súlusíðuni
á
.
Tað er umráðandi, at børnini halda, at ljóð
arbeiði er stuttligt, og at tey gerast tilvitað og
forvitin eftir at læra meir.
Vit hava tí lagt stóran dent á at gera tilfarið
í arbeiðsbókunum vinarligt og fjølbroytt.
Okkara vón er, at børnini verða glað fyri
arbeiðsbøkurnar, og at tær eru við til at menna
lesi- og skrivitilgongdina.
Góða eydnu!
Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen