3
Til foreldrini
Bókstava- og ljóðbókin
Súlan
er ætlað sum undir-
vísingartilfar í føroyskum í 1. flokki. Knýttar at
bókstava- og ljóðbókini eru smáar lesibøkur, sum
eru ætlaðar børnunum at lesa, so hvørt sum tey
hava lært teir ávísu bókstavirnar í Súluni.
Í
Súluni
arbeiða børnini við bókstavunum og tví-
ljóðunum. Hvør bókstavur fyllir eina opnu. Á tí
einu síðuni er ein sangur, á hinari lættur tekstur.
Lærari og næmingar arbeiða saman við tilfarinum í
flokkinum.
Í Føroyum hevur altíð verið sungið í skúlahøpi,
og sangur hevur fylt serliga nógv tey fyrstu skúla-
árini. Børnini hava heima og í barnagørðum lært
sangir, og tí eru summir av sangunum, ið nýttir
verða, ikki fremmandir fyri børnunum. Sangirnir
eru útvaldir til hvønn bókstavin soleiðis, at teir hava
bókstavaljóðið í sær.
Sangirnir
eru
ikki
ætlaðir sum lesitekstur
, tó
at børnini, sum árið líður, ivaleyst megna at lesa
onkrar av sangtekstunum.
Lesing er bæði tað at kunna lesa ein tekst og at
skilja tað, ið lisið verður. Málslig menning og orða-
tilfeingi hevur stóran týdning, tá ið ein skal læra at
lesa.
Sangirnir eru góð samrøðuevni, og børnini læra
nýggj orð og máliskur, samstundis sum tey fáa eina
størri vitan. Nógv er at práta um; børnini læra at
siga sína hugsan um ymisk evni, og tey læra at lurta
eftir tí, ið onnur bera fram.
Í hvørjum sangi verður arbeitt við ávísum bók-
stavi. Børnini seta ring um bókstavin og læra á tann
hátt at kenna hann aftur í teksti. Síðani telja børnini,
hvussu nógvar bókstavir, tey finna.
Á
tekstsíðunum
er lættur tekstur, sum er skriv-
aður upp á rím. Hetta hava vit valt, av tí at tað er
týdningarmikið fyri lesiinnlæringina at arbeiða við
ljóðunum í málinum, og her eru rím sera væl egnað.
Okkara skrift er ljóðskrift. Børnini mugu tí læra,
at ymsu ljóðini í málinum verða skrivað við bók-
stavum. Settir saman, verða bókstavirnir til orð, og
orðini verða til setningar.
Fyri at kunna lesa eitt orð mugu børnini kenna
ljóðini á teimum bókstavum, ið tey síggja. Orðið
sól
er t.d. sett saman av trimum bókstavum, sum
svara til tey trý
ljóðini
/
s
/
/
ó
/
/
l
/.
Hetta kann vera torført at skilja hjá summum
børnum. Málið er eitt amboð, ið tey brúka, tá ið tey
tosa saman um eitthvørt; einstøku ljóðini eru tey
ikki varug við. Tí er tað av størsta týdningi í byrj-
anarfrálæruni í lesing í 1. flokki, at dentur verður
lagdur á at arbeiða júst við ljóðunum í málinum.
Børnini skulu læra, hvussu bókstavirnir síggja
út, hvussu teir eita og hvussu teir ljóða. T.d. at
bókstavurin
s
eitur
ess
, men at hann
ljóðar
/
sss
/.
Ein trygg vitan um sambandið millum bókstav og
ljóð er lykilin til at gerast ein tryggur lesari.
Tað er lættast at lesa ljóðrøtt orð, t.e. orð, sum
ljóða júst soleiðis, sum tey eru skrivað. Ljóðrøtt
orð eru t.d.
súla, sól, lás
o.s.fr. Í bókstava- og ljóð-
bókini
Súlan
hava vit lagt okkum eftir at skriva
ljóðrættan tekst í tann mun, tað ber til, men til tess
at gera tekstin meira livandi og spennandi nýta vit
eisini orð, sum børnini í fyrstu syftu ikki duga at
lesa uttan stuðul frá myndum. Tí hava vit myndir,
sum stuðla upp undir tekstin. Tað er eisini sera
týdningarmikið, at lærari og næmingar arbeiða
saman í hesi frálæru.
Tað, sum vit alla tíðina miða ímóti, er at fáa børn-
ini at
loysa lesikoduna
, t.e. at kenna bókstavirnar,
duga at umseta teir til ljóð, vita, hvussu tey ymisku
ljóðini hátta sær saman við øðrum ljóðum, og at
skilja tað, tey lesa.
Børnini fáa ta fyrstu lesivenjingina í smáu lesi-
bókunum, sum eru knýttar at Súluni. Tá ið børnini
hava lært fimm teir fyrstu bókstavirnar, kunnu tey
lesa
Súlubók 1
. Í smáu bókunum verða bert teir
bókstavir nýttir, sum børnini hava lært, tað vil siga,
at børnini við síni vitan um bókstav og ljóð megna
at lesa tekstin. Endamálið er, at børnini longu frá
byrjan uppliva, at tey megna at lesa.
Sum frálíður kenna børnini alt fleiri orð aftur.
Tey eru vorðin orðamyndir, sum børnini minnast.
Ymiskt er, hvussu børn læra. Tað er tí av týdningi,
at undirvísingin og tilfarið, ið nýtt verður, er fjøl-
broytt, so at allir næmingar kunnu menna sín lesi-
førleika.
Vit vóna, at
Súlan
verður eitt gott íkast til byrjanar-
lesingina.
Góða eydnu!
Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen