Vit skriva - Súlan - page 3

Fororð
Hóast børn í dag ofta nýta elektrónisk tól at
skriva við, so hava tey kortini brúk fyri at duga
at skriva í hond. Vit eiga tí at geva teimum
møguleikan til at ogna sær eina góða handskrift.
Ynskiligt er, at tey fáa eina týðiliga, skjóta og
persónliga handskrift.
Vit skriva
er partur av tilfarinum
Súlan
og
er ætlað at nýta í skrivifrálæruni í 1. flokki.
Børnini læra at skriva teir stóru og smáu
bókstavirnar, samstundis sum tey læra at
lesa teir. Í hesi fyrstu skrivibókini verður
bert arbeitt við prentstavunum, og ikki við
tí framhaldandi skriftini. Skriftin mennist
frá tí einfalda til tað samansetta, og tí læra
børnini fyrst at skriva prentstavir, sum eru
ein einføld útgáva av teimum stavunum,
sum tey lesa í lesibókunum. Skrivingin
kann soleiðis stuðla tí fyrstu lesiinnlæringini.
Prentstavirnir fevna um grundeyðkennini
hjá bókstavunum og eru sostatt grundarlagið
undir eini góðari handskrift.
Dentur verður lagdur á, at børnini læra at
skriva stavirnar rætt frá byrjan. Arbeitt verður
við einføldu grundformunum, sniði, skrivi-
rætningi og hæddarlutfalli bókstavanna millum.
Eisini læra børnini hóskandi fjarstøðu millum
orð, bókstavir og reglu.
Tað er altavgerandi, at lærarin tryggjar sær,
at børnini hava lært, hvussu bókstavirnir
verða skrivaðir, áðrenn tey byrja at skriva.
Arbeiðast kann eisini, áðrenn farið verður
í sjálva skrivibókina, sí aftast í bókini.
Hvør bókstavur hevur
eina
síðu. Ovast á síðuni
er ein tekning, sum stuðlar innlæringini av
bókstavinum. Eins og í lesibókini tosa lærari
og børn saman um tekningina, m.a. um ljóðið,
sum bókstavurin umboðar.
Ovast á bókstavasíðunum er viðkomandi
bókstavur vístur í stórari stødd, og børnini
kunnu her síggja og venja skrivivegin, hvar
tey byrja at skriva, hvat kemur næst, o.s.fr.
Bókstavirnir verða skrivaðir inn í eitt skrivi-
hús, sum hevur loft, miðhædd og kjallara. Í
skrivihúsinum venur barnið snið og skriviveg,
og somuleiðis, hvussu bókstavurin stendur á
grundlinjuni.
Tosað verður um, hvar í húsinum teir
ymsu bókstavirnir búgva. Summir búgva
bara í miðhæddini, meðan aðrir búgva í
miðhæddini og á loftinum ella í kjallaranum.
Einstakir bókstavir búgva í øllum hæddum.
Børnini læra skrivirætning og snið við fyrst
at skriva inn í fyriskrivaðu gráu bókstavirnar,
síðan skriva tey bókstavin uttan hesa hjálp.
Fyrst verða einstaku bókstavirnir skrivaðir
fyri seg, síðani verða hesir settir saman til
løtt ljóðrøtt orð. Orðini eru øll sett saman av
bókstavum, sum barnið hevur lært.
Tá ið børnini hava vant allar bókstavirnar,
eru aðrar uppgávur, og aftast í bókini eru
nakrar smáar søgur.
Tað er umráðandi, at børnini ikki troyttast
av at skriva, og vit hava tí lagt stóran dent
á at gera bókina barnavinarliga, fjølbroytta
og ikki ov rúgvismikla.
Tað kann vera gott at hava eitt skrivihefti
við síðuna av, har børnini kunnu halda áfram
at venja skrivingina.
Sjálvandi venja børnini eisini skriving í
øðrum samanhangi, m.a. tá ið tey skriva
søgur og annað.
Okkara vón er, at børnini verða glað fyri
skrivibókina, og at hon verður teimum ein
trygg byrjan til eina góða handskrift.
Góða eydnu!
Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen
I,II,1,2 4,5,6,7,8,9,10,11,12,13,...68
Powered by FlippingBook