Page 41 - vinur minir end 2 red

This is a SEO version of vinur minir end 2 red. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Ein hirði átti 100 seyðir. Hann var góður
við teir allar, og hann kendi allar. Hann
vildi so fegin ansa væl eftir teimum. Ein
dagin vantaði ein seyður. Hirðin fór at
leita. Hann leitaði og leitaði. Hirðin
klintraði upp á fjallið, og har uppi fann
hann tann saknaða seyðin. Hirðin varð
so glaður. Hann lyfti seyðin upp á
herðarnar og bar hann allan vegin heim.
Nú var hann glaður, tí nú vóru allir 100
seyðirnir tryggir.
39