Jólaterningar
Terningar
og líkindarokning
Ringla við terningum
Vel, hvussu nógvar terningar tú vilt ringla við, og trýst á Ringla.
Líkindarokning
Ger fleiri royndir og samanber úrslitini við tey væntaðu líkindini.
Úrslit
Flyt myndina til síðurnar fyri at síggja allar summarnar →
Sí tølini
| Tal | Ferðir | Royndarúrslit | Væntað |
|---|
Reinsdjórakappingin
Hvørt reinsdjór hevur eitt tal frá 2 til 12. Tá ið terningarnir til samans vísa 7, flytur reinsdjór nr. 7 eitt stig fram. Tað reinsdjórið, sum fyrst kemur á mál, vinnur.
Hvørt reinsdjór heldur tú fer at vinna?
Hví vann hetta reinsdjórið?
Reinsdjórini hava ikki øll somu líkindi fyri at flyta fram. Tá ið tú kastar tveir terningar, kanst tú fáa summin 7 á seks ymiskar mátar (1 + 6, 2 + 5, 3 + 4, 4 + 3, 5 + 2 og 6 + 1). Men tú kanst bara fáa summarnar 2 og 12 á ein máta hvør (1 + 1 og 6 + 6).
Brotini við reinsdjórini vísa, hvussu nógvar av teimum 36 møguligu samansetingunum geva hvønn summ.
Hvør vann?
Til læraran – spurningar at tosa um
- Hvat reinsdjór valdi tú, og hví?
- Hvørji reinsdjór vinna oftast? Á hvussu nógvar mátar ber til at fáa hvønn summ?
- Hví koma summarnir 2 og 12 so sjáldan fyri?
- Hvat sært tú á stabbamyndini eftir nógvar kappingar?
- Ert tú vísur í at vinna, um tú velur nr. 6, 7 ella 8? Hví ella hví ikki?