Átta uppgávur, frá fyrstu peruni til eina loop
Til læraran: Uppgávur 1–3 hóska til miðdeild: ein kota er ein røð av boðum, og eitt boð er eitt orð, ein parentes og ein tekstur í gásareygum. Uppgávur 4–6 vísa, at eitt tal í kotuni stýrir, hvat man sær (tíð og bíðitíð). Uppgávur 7–8 eru til hádeild: ein veruligur for-loop og frí pynting. Ljósmátarin knýtir funkuna at lúku 4 í hádeildarkalendaranum (orkunýtsla): hvussu nógv W brúka 20 LED-perur, og hvussu nógv brúka 20 glóðiperur? Trýst á Snar, hundin, fyri at fáa eina ábending. Tá uppgáva 7 er gjørd, verða loyndu orðini í Orðalistanum latin upp. «Sí veruligu HTML-kotuna» umsetur kotuna hjá næminginum til eina heila HTML-síðu við CSS og føroyskum viðmerkingum. Hon kann kopierast og setast inn í funkuna Kanna koturnar, har hon virkar uttan Jólaperur. Soleiðis síggja næmingarnir, at perurnar eru vanligt HTML: ein div fyri hvørja peru, liturin í style og blinkið sum ein CSS-animatión. Framstigið verður goymt í kaganum á hesi teldu. Strika alt ovast (trýst tvær ferðir) strikar alla kotu og alt framstig, t.d. áðrenn næsti flokkur skal brúka teldina ella talvuna.