Støddfilmar

Stuttir filmar við reglu, stig fyri stig og venjingum

Til læraran

Filmarnir eru úr YouTube-playlistuni Støddfilmar DVD 1 (2016). Teir vísa eina rokning á talvu, stig fyri stig, uttan tekst. Hendan síðan leggur orð afturat: reglan, sama rokning stig fyri stig við frágreiðing, venjingar við svari og førleikamálini úr námsætlanini, sum filmurin hóskar til.

Av teimum 38 filmunum í playlistuni eru 23 tøkir á YouTube. Hinir 15 (nr. 5–19) eru tiknir burtur, og tí eru teir ikki við her.

Uppskot til, hvussu tú brúkar síðuna

Námsætlanin í støddfrøði (namsaetlanir.fo)

Brot 6. floksstig: «at leggja saman, draga frá og falda brot». 9. floksstig: «at leggja saman, draga frá, falda og deila brot» og «at samanbera og umrokna heil tøl, desimaltøl, brot, prosent og promillu». Hóskar best til 6.–9. flokk.

Líkningar 6. floksstig: «loysa einfaldar líkningar og vísa á dømi um nýtslu av brigdli í einføldum líkningum og formlum». 9. floksstig: «at loysa líkningar og líkningsheildir við algebra og ritloysn» og «at skilja og rokna við brigdlum». Hóskar best til 8.–9. flokk.

Parantesir 9. floksstig: «at skilja og rokna við brigdlum». 10. floksstig: «at skilja og brúka brigdilshugtakið» og «at nýta kendar og ókendar formlar». Hóskar best til 8.–10. flokk.

Potensar 9. og 10. floksstig: «at brúka potensar og røtur í útrokningum». Hóskar best til 9.–10. flokk.

Fyri øll evnini: Samskifti og spurdómar – «at lýsa støddfrøðiligar mannagongdir og greiða frá teimum» (2. og 4. floksstig) og «at orða spurdómar, lýsa mannagongdir og siga frá loysnum munnliga og skrivliga» (9. floksstig).