Lýrur, hvítseiður, lini (toskaættin)
Pollachius pollachius (Linné, 1758)
Stødd: Lýrur verður í mesta lagi 130 cm langur. Í veiðuni vanliga millum 30 og 90 cm. Hann er sum upsi, smáur inni við land og størri útiá.
Dýpi: Hann er bæði uppsjóvarfiskur og botnfiskur, úr vatnskorpuni niður á 200 m.
Litur: Lýrur er olivengrønur til myrkabrúnur um bakið. Hvøss avmarking er móti ljósaru silvurlitunum á síðunum. Hann er hvítur undir búkinum. Smáfiskar í taranum eru reyðbrúnir og hava reydligan lit ímillum teir gráu blettirnar á síðunum.
Teinar: R1 12-13; R2 17-20; R3 17-19; G1 27-30; G2 17-20.
Lýsing: Lýrur hevur tríggjar ryggfjaðrar og tvær gotfjaðrar. Tann myrkagrøna strikan er væl bend oman fyri uggafjaðrarnar. Gotið er næstan frammi undir fremra enda á fremstu ryggfjøður. Hann hevur stórt undirbit.
Eyðkenni: Hann minnir um upsa, men er tjúkkari. Ein munur er strikan, ið er so bogin, annar at gotið er frammarlaga. Hann hevur stórt undirbit.
Týdningur: Undir Føroyum er lítið til av hesum fiski, onkur fæst av og á, t.d. á seiðabergi, inni í firðum og sundum, men eisini úti á landgrunninum. Aðrastaðni verður væl veitt av lýri.
da: Lubbe - lyssej, en: Pollack, fr: Lieu jaune, ís: Lýr, no: Lyr, tý: Pollack
Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.
Toskafiskar Gadiformes
Hópurin við toskafiskum hevur 9 ættir 75 slektir og 555 sløg.
Undir Føroyum eru 5 ættir ið hava 26 slektir og 36 sløg:
Teir hava heldur stórligt høvd. Teir hava eina til tríggjar ryggfjaðrar og eina ella tvær gotfjaðrar, summir hava stert, aðrir bert ein spíss. Á nøkrum sløgum er roðslan lítil og sløtt, á øðrum stór og rísin. Á flestu sløgunum eru uggafjaðrarnar aftari enn búkfjaðrarnar.
Nógv av sløgunum hava grunnnøs.
Teir eru bæði á grunnum og djúpum vatni. Við Føroyar liva allir toskafiskarnir í sjónum, men okkurt slag úti í heimi er í feskum vatni, og nøkur eru í blandingsvatni.