Svartfiskur (svartfiskaættin)
Centrolophus niger (Gmelin, 1788)
Stødd: Svartfiskur sigst at kunna verða upp í 150 cm langur, men undir Føroyum hevur eingin verið longri enn 60-70 cm. Undir Íslandi 95 cm.
Dýpi: Hann er bæði uppi í sjónum og við botnin, niður á 650 m.
Litur: Hann er svartur við einum farra av gráum ella brúnligum uppií. Undir búkinum er hann eitt sindur ljósari.
Teinar: R 37-41; G 20-25.
Lýsing: Svartfiskur er smalur og nakað hávaksin. Hann hevur eina langa ryggfjøður, eina langa gotfjøður og stóran, sýldan stert. Strikan er bogin yvir uggafjøðurini. Hann hevur lítlan kjaft, og gronin er eitt sindur longur enn eygnatvørmátið. Kjaftklovin røkkur til fremru rond á eygunum. Høvdið er umleið eins langt og kropshæddin við gotið. Fremri endi á ryggfjøðurini er aftari enn uggafjøðurfestið.
Eyðkenni: Tann dimmi liturin, rundleidda gronin og tunnvaksni kroppurin.
Týdningur: Svartfiskur hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Sortfisk, en: Blackfish, fr: Centrolophe noir, ís: Svarthveðnir, no: Svartfisk, tý: Schwarzfisch
Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.
Áburrufiskar Perciformes
Hesin hópurin er størstur av fiskahópunum.
Í hópinum eru 160 ættir, 1539 slektir og 10033 sløg.
Av teimum eru 18 ættir við Føroyar, og hesar hava 29 slektir og 41 sløg:
Í hópinum er ein størri blanding av fiskum við mongum ymsum frábrigdum og útsjónd, langir og klænir, smáir og stórir, smalir og høgir.
Her eru fiskar, ið hava bleytar teinar í fjaðrunum, og aðrir, ið hava harðar teinar í fjaðrunum. Nakrir hava eina, aðrir hava tvær ryggfjaðrar.
Í karpaættini eru onkur fiskasløg tvíkynjaði.
Undir Føroyum eru bert saltvatnsfiskar í hesum hópinum, men úti í heimi eru eisini sløg, sum eru í feskum vatni og í blandingsvatni.