Skip to main content

Flaggdagur 25. apríl

 

Flaggdagur verður hildin 25. apríl. Tá minnast vit, at bretska stjórnin góðkendi føroyska flaggið. Tað var seint á kvøldi henda dag í 1940, at bretska útvarpið, BBC, bar boðini. Nú skuldu føroysk skip sigla við føroyskum flaggi.

Merkið, sum føroyska flaggið varð kallað, var tó ikki gjørt til hetta høvið. Longu í 1919 høvdu tríggir føroyskir studentar í Keypmannahavn brúkt sama flagg. Studentarnir vóru Jens Olivur Lisberg, Janus Øssursson og Pauli Dahl.

Í 1920-árunum fóru fólk at flagga við Merkinum. Hóast tað ikki var loyvt at brúka Merkið, so vant tað upp á seg í 1930-árunum.

Hetta hevði við sær eitt stríð millum danska flaggið, Dannebrog, og føroyska flaggið, Merkið. Flaggstríðið í Føroyum vardi til henda dag, tá Føroyar vórðu hertiknar av bretum í 1940.

Tann 9. apríl varð Danmark hertikið av Nazitýsklandi. Tí fór sluppin "Eysturoyggin" beinan vegin at flagga við føroyska Merkinum. Umráðandi varð, at sluppin ikki varð mistikin fyri at vera skip hjá Nazitýsklandi.

Tá Føroyar vórðu hertiknar av bretum hin 13. apríl, boðaði bretska stjórnin frá, at hon ikki góðkendi, at føroysk skip sigldu undir Dannebrog, sum nú hoyrdi til týskt hernaðarøki.

Umboðsmaðurin hjá danska kongshúsinum í Føroyum, amtmaðurin Cai A. Vagn-Hansen, vildi ikki at føroyingar skuldu flagga við Merkinum. Í Føroyum skuldi Dannebrog brúkast. Bretski konsulin, Sir Frederic Cecil Mason, sum nú eisini ráddi í Føroyum, gjørdi eitt nýtt flagg. Tað flaggið hevði hvítan kross á grønum dúki.

Nógvir føroyingar, sum lurtaðu eftir útlendskum útvarpsstøðum, hoyrdu tíðindini í BBC. Tá varð skipað fyri fólkafundum og kravgongum í Havn. Tað var úr bretskum útvarpi hin 25. apríl, at endaligu boðini komu um, at nú skuldu  føroysk skip flagga við Merkinum.

Síðan 1947 hevur 25. apríl verið flaggdagur í Føroyum. Hesa tíð hevur Merkið verið brúkt og viðurkent sum tjóðarflagg hjá føroyingum.

 


Næmingar í Lítlaskúla syngja flaggsangin

Í 1920 yrtki Hans Andrias Djurhuus “Kvæðið til Merkisins”, ið er flaggsangurin, sum vit kenna undir heitinum “Sjá, tú blánar”. Her syngja næmingar í Lítlaskúla í Havn flaggsangin í nýggjari upptøku, sum Árni Øregaard gjørdi fyri Nám í 2021.

Les meira »

 

 

Dagarnir undan at »Merkið« varð góðkent

Í heimildarsendingini Sjá tú blánar í Kringvarpi Føroya og í bókini Flaggsøgan Merkið eftir Niels Juel Arge verður dagarnar undan Merkið varð góðkent lýstir og viðgjørdir.

Les meira »

Tekna eina Merkistekning

Undirvísingargongd: Tosað verður fyrst um, hvar tað er vanligt at brúka Merkið, og síðan tekna næmingarnir eina tekning við Merkinum á.

Les meira »

 

 

Kunnu vit rokna við »Merkinum«

Eitt sett við rokniuppgávum um Merkið. Millum annað verður neyvt lýst, hvussu Merkið verður teknað í rættari stødd. Petur Zachariassen fyrrverandi lektari í Støddfrøði á Fróðskaparsetri Føroya gjørdi uppgávusettið í 2009.

Les meira »

Danin og indianarin

Joe Rosenthal (1911-2006) tók myndina av amerikansku hermonnunum, sum eftir krígslok í 1945 settu Stars and Stripes á japansku oynna Iwo Jima. Ovastu hondina eigur indianarin Ira Hayes.

Tummas Napoleon Djurhuus (1928-1971), kallaður Tonglatummas, yrkti um danan Ishoy, ið var hin einasti at mótmæla føroyska flagginum á Tinghúsvøllinum í 1940. ”Ishoy in memoriam” er í savninum Og dansurin gognur, sum kom út í 1958. Fyri savnið fekk høvundurin bókmantavirðisløn M. A. Jacobsens.

Les meira »