Skip to main content

Eirikur jallur Hákunarson (957-1024)

Jallarnir Sveinur og Eirikur taka við valdinum í Noregi eftir, at Ólavur Trygvason er deyður í ár 1000, og í kap. 35 í Føroyingasøgu fáa vit at vita, at Sigmundur Brestissonhomework help g c s e buisness studies ice cream store business plan how to write recommendation letter to hostel official for admissions social science phd thesis nú gerst hirðmaður hjá banamonnum Ólavs kongs, eins og hann hevði verið tað hjá faðir teirra Hákuni jalli . “Jallarnir Sveinur og Eirikur sendu boð út til Føroya til Sigmund Brestisson, at hann skuldi koma á teirra fund. Sigmundur legst ikki á boðini og fer til Noregs og hittir jallarnar norðuri á Løðum í Tróndheimi. Teir taka væl ímóti honum og sera hjartaliga; minnast nú aftur á gamalt vinarlag. Sigmundur gjørdist nú hirðmaður teirra. Teir geva honum Føroyar í len, og teir skiljast í mesta blídni og vinskapi. Sigmundur fer út til Føroyar um heystið.” Hetta við, at Sigmundur fær Føroyar í len, man ikki vera heilt rætt, tí hvørgin teirra man hava havt nakað vald í Føroyum, og orðið len (lánorð úr týskum - Lehn) var ikki komið inn í norrønt mál so tíðliga.

Eirikur jallur Hákunarson var leysingabarn hjá Hákuni Løðujalli. Eirikur var jallur á Løðum í Tróndheimi (uml. 995-1012), har hann ráddi saman við bróðir sínum Sveini jalli Hákunarson. Føroyingasøga sigur, at “teir sótu fyri tað mesta á Løðum í Tróndheimi á faðirleivd síni; mesti styrkur teirra var eisini har, ið teir høvdu ættarbond síni. Tó var Eirikur fremri av brøðrunum í øllum lutum.”

Eirikur jallur var saman við Sveini Tjúguskegg danakongi og svenska konginum Ólavi Skotkonung í badaginum í Svoldur í Oyrarsundi í ár 1000, tá ið Ólavur Trygvason fall. Eftir bardagan í Svoldur gjørdist hann undirkongur hjá Sveini Tjúguskegg í Noregi fram til 1012, tá ið sonurin, Hákun Eiriksson, tók við fram til 1015. Í 1014 fór Eirikur við Knúti Mikla danakongi at taka Ongland. Eirikur var jallur í Northumbria í Onglandi til hann doyði.

Flestu søgur siga, at Eirikur og Sveinur Løðujallar tóku við kristnari trúgv, í øllum førum formelt. Hetta var taktiskt gott, tí teir høvdu tørv á stuðli frá kristnu kongunum í Danmark og Svøríki. Eirikur var ikki sterkari í trúnni enn, at hann lat tað vera trúðarfrælsi í Noreg meðan hann ráddi, hetta var eisini politiskt taktiskt fyri at tekkjast stórmonnunum, sum vóru ógvuliga ónøgdir við kristna harraðið hjá Ólavi Trygvasyni.

Í 1016 mistu Løðujallarnir valdi í Noregi, og Ólavur Heilagi Haraldsson gjørdist kongur.

Keldur:

Føroyingasøga

Hans J. Debes: Føroya Søga 1

Hans J. Debes: Ólavur Haraldsson og Noregs ríki - ein søgu lýsing

Wikipedia