Skip to main content

Magnus Góði Ólavsson (1024-1047)

Magnus Góði Ólavsson var sonur Ólav Halga Haraldsson. Hann var kongur í Noregi 1035-1047 og í Danmark 1042-1047.

Í síðsta kapitli í Føroyingasøgu fáa vit at vita, at Leivur Øssursson fær Føroyar í len frá Magnusi kongi:

“Leivur ræður nú einsamallur yvir øllum Føroyum - eftir at Tróndur í Gøtu hevði syrgt seg í hel -, og hetta var um tað mundið, tá ið Magnus Góði Ólavsson var kongur.

Leivur fór til Noregs at finna Magnus kong, og hann tekur Føroyar í len av honum.”

Keldur:

Føroyingasøga

Hans J. Debes: Føroya Søga 1

Hans J. Debes: Ólavur Haraldsson og Noregs ríki - ein søgu lýsing

Wikipedia